Góð tíðindi til deyv og tunghoyrd
14. Aug. 2015

Kringvarpið fer fyri løgtingsvalið 1. september at senda valsendingar kring landið. Hesar valsendingarnar verða stroymaðar á netinum við teknmálstulki, og sendingarnar verða tekstaðar og lagdar út á netið so skjótt tær eru liðugt tekstaðar.

 

At føroyingar, sum eru deyvir, fáa teknmálstulkaðar valsendingar, og at føroyingar, sum eru tunghoyrdir, fáa tekstaðar valsendingar á netið er eitt kærkomið frambrot.

 

MBF takkar Kringvarpinum fyri vælvilja og gott arbeiði fyri at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt við í almenna kjakið.  

Sí allar tíðindagreinar