Serflokkur á Kambsdali
20. Aug. 2015

Í dag var hugnalig samkoma á miðnámsskúlanum á Kambsdali, nú serflokkurin hevði sín fyrsta skúladag. 

 

Páll Isholm, rektari, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð um tilboðið, sum á fyrsta sinnið er boðið út. Tað er spennandi og avbjóðandi við slíkum tilboði, tí tilboðið skal byggjast upp frá grundini og alsamt mennast. Landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, segði eisini nøkur orð um, hvussu týdningarmikið hetta var fyri samfelagið og hesi ungu, sum nú fóru at vera miðnámsskúlanæmingar. Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, vísti á, at hetta var eitt nýbrot í føroyskari skúlasøgu, og at tilboðið eigur at mennast og víðkast, so fleiri kunnu fáa ágóðan.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, segði eisini nøkur orð, handaði næmingunum eina lítla gávu og ynski næmingunum, avvarðandi og starvsfólk góða eydnu við tilboðnum.

 

Fleiri myndir: Serligt skipað miðnám

 

Røðan, sum forkvinnan helt í dag:

 

Góðu næmingar, sum byrja á miðnámi í dag!

 

Hetta er ein spennandi dagur fyri tykkum, sum nú byrja gerandisdag tykkara á miðnámi á Kambsdali. Hann er tó ikki bara spennandi fyri tykkum, men eisini fyri tykkum, avvarðandi, og tykkum, sum starvast her – ja, fyri okkum øll.

 

Spennandi var eisini, ein illveðursdag í januar, tá ið tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi varð handað Mentamálaráðnum og Almannaráðnum. Púra erligt, so hugsaði eg, hvat mann fara at spyrjast burtur úr hesum tilmæli?

 

Tí er tað serstakliga gleðiligt at kunna vísa á, at í summar byrja eftir ætlan fleiri enn 30 næmingar í líknandi tilboði, sum hesum.

 

Vit eiga at ynskja og geva hvør øðrum eitt lív við góðari lívsgóðsku, hóast granskarar enn ikki eru á einum máli um, hvat góð lívsgóðska er. Onkur hevur býtt tað í trý:

  • At hava: at fáa grundleggjandi materiella tørvin stillaðan í útbúgving, at vinna pening í arbeiði og at hava eitt heim
  • At elska: at fáa kensluliga tørvin stillaðan í samveru við familju og vinum
  • At vera: at fáa sosiala tørvin stillaðan í at vera góðtikin, at finna sítt pláss og møguleika fyri at vera virkin

Onkur annar hevur sagt, at eingin hevur ella fær góða lívsgóðsku, men hon er nakað tú aktivt sjálvur er viðvirkandi til saman við øðrum menniskjum. At liva eitt gott lív er tí í veruleikanum møguleikar at ávirka og evna sína egnu tilveru út frá egnum dreymum, visjónum, ynskjum og tørvi.

 

Lívið er jú samansett, og góð lívsgóðska krevur ofta eina heild, sum gevur meining.

 

Tá ið talan er um ung við serligum tørvi og lívsgóðsku, er ein heildarloysn tí umráðandi, har ymisku tættirnir í gerandisdegnum stuðla hvør øðrum. Her hugsi eg serliga um týdningin í samstarvinum ímillum Mentamálaráðið og Almannaráðið, sum kann tryggja, at heildartilboð kann verða veitt - sjálvandi í tann mun ynski og tørvur er á tí. Í heildini við skúla-, frítíðar- og búparti, har Mentamálaráðið hevur ábyrgd av skúlapartinum, og Almannamálaráðið hevur ábyrgd av at veita bú- og frítíðartilboð.

 

Vit eru í dag vitni til ein serstakan part av føroyskari skúlasøgu, og eg fari at ynskja tykkum góða eydnu komandi árini – bæði tykkum næmingum og starvsfólki. Eisini vil eg takka Mentamálaráðnum fyri gott og skjótt arbeiði at vísa vilja í verki.

 

Ein lítil gáva er frá MBF til tykkum, næmingar. Eins og lívið ein samansett gáva við vón um ein gerandisdag við góðum lærugróðrarlíkindum, saman við teimum, sum hava hjartað á røttum stað og einum ljóspenni, sum kann lýsa upp tað, sum tit sjálvi evna.

 

Takk fyri! 

 

Sí allar tíðindagreinar