Tekstaður valfundur
21. Aug. 2015

Í kvøld hevur Kringvarp Føroya lagt fyrstu tekstaðu valsendingina, sum var send úr badmintonhøllini í Klaksvík, út á netvarpið. Hetta eru góð tíðindi fyri nógvar føroyingar, sum eru tunghoyrdir og annars ikki kunnu fylgja við í kjakinum undan løgtingsvalinum, sum verður týsdagin 1. september.

 

MBF takkar Kringvarpi Føroya fyri gott arbeiði. 

 

Sendingin sæst her: Tekstaður valfundur úr badmintonhøllini í Klaksvík

Sí allar tíðindagreinar