Serliga skipað miðnám eitt frambrot
24. Aug. 2015

Um møguleiki skal vera fyri at víðka um virksemið á miðnámi fyri ung við serligum tørvi og geva tí eitt øðrvísi innihald, er neyvari samskipan og samstarv millum Almannamálaráðið og Mentamálaráðið neyðugt. Eisini má markað játtan setast av til skúla-, frítíðar- og bútilboð, og økið má komandi árini raðfestast við neyðugum tilfeingi.

 

Tilmæli um serliga skipað miðnám

Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi varð handað Almannamálaráðnum og Mentamálaráðnum 30. januar 2015.

 

Tilmælið var úrslit av eini tilgongd við tí endamáli at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. Miðnám er í hesum sambandi at skilja sum skúlatilboð til ung eftir loknan fólkaskúla og upp til 25 ár.

 

Miðnám merkir tá ikki endiliga eitt studentsprógv ella annað prógv í vanligari merking, men ein onnur útbúgving og eitt annað prógv, sum er lagað eftir einstaka næminginum í møguligum tilknýti til annað virksemi t.d. á arbeiðsmarknaðinum.

 

Var longu byrjað

Miðnámi fyri ung við serligum tørvi var longu byrjað m.a. í 2002 á Rásini við skúla-, frítíðar- og bútilboðið við 7 plássum 3. hvørt ár, og í 2014 við einum serflokki innan autismuøkið í Hoydølum.

 

Ynskið var tó um at víðka um tilboðini, so at fleiri kundu fáa gagn av teimum, og at Rásin skuldi taka næmingar inn á hvørjum ári.

 

Staðfest í samgonguskjalinum

Rætturin til útbúgving er staðfestur í ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, har § 24 um útbúgving ásetir, at øll hava rætt til skúlatilboð í vanligu skúlaskipanini.

 

Ídag vanta skúlatilboð á miðnámi til ung við serligum tørvi. Politiska ynski hevur seinastu árini verið at bøta um hetta, og í seinasta samgonguskjali varð staðfest, at hetta arbeiðið skuldi raðfestast í samgongutíðarskeiðnum. M.a. stóð, at: “víðkað tilboð verða givin ungum við serligum tørvi”, og í Heildarætlan, sum Føroya Landsstýri læt gera í 2013 um Fólkaflyting og fólkavøkstur, var eisini politiskt ynski um, at fleiri tilboð til ung við serligum tørvi skuldu verða skipað.

 

Sum beinleiðis úrslit av tilmælinum, var hósdagin 20. august 2015 bjóðað til hugnaliga løtu á miðnámsskúlanum á Kambsdali, tí fyrsti serflokkurin har hevði fyrsta skúladag. Um stutta tíð eru eftir ætlan fleiri enn 30 næmingar byrjaðir í líknandi tilboði.

 

Heildin gevur meining og lívsgóðsku

Óivað eru vit øll samd um, at í Føroyum skulu ung, ið bera brek, hava ein góðan og gevandi gerandisdag við lívsgóðsku. Onkur hevur sagt, at lívsgóðska er ikki nakað, tú bara hevur ella fært frá nøkrum, men nakað tú sjálvur virkin ert viðvirkandi til saman við øðrum menniskjum. At liva eitt gott lív er tí í veruleikanum møguleikar at ávirka og evna tilveru tína saman við øðrum út frá egnum evnum, dreymum, ynskjum og tørvi.

 

Lívið er samansett, og góð lívsgóðska krevur ofta eina heild, sum gevur meining. Tá ið talan er um ung við serligum tørvi og lívsgóðsku, er møguleiki fyri eini heildarloysn tí umráðandi, har ymisku tættirnir í gerandisdegnum stuðla hvør øðrum, eins og tilmælið vísir á.

 

Serligan týdning hevur tað, at hetta økið komandi árini verður raðfestast við neyðugum starvsfólkum, hølum, játtan til rakstur o.a.. Eisini er neyðugt við góðum samstarvi ímillum Almannaráðið og Mentamálaráðið, sum saman kunnu tryggja, at heildartilboð verða veitt - sjálvandi í mun til ynski og tørv. Í heildini við skúla-, frítíðar- og búparti hevur Mentamálaráðið ábyrgd av skúlapartinum, og Almannamálaráðið hevur ábyrgd av bú- og frítíðartilboð.

 

Við vón um, at arbeiðið, sum longu er byrjað innan serliga skipað miðnám til ung við serligum tørvi, kann halda fram sum ítøkiligt ynski í einum komandi samgonguskjali.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek

 

Sí allar tíðindagreinar