Politisku valskráirnar um brekøkið
30. Aug. 2015

MBF hevur við áhuga hugt í valskráirnar við tí fyri eygað at síggja, hvussu politisku flokkarnir raðfesta brekøkið til løgtingsvalið. Hóast tað møguliga er nakað einfalt bara at hyggja at valskráunum, tí tær eru ymiskar, so siga tær tó nakað.

 

A: Fólkaflokkurin
Trivnaður - Dentur verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Málið er, at hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt.

 

• Vit vilja hava einfalda tænastulóg, sum skal avloysa forsorgarlógina. 
• Vit vilja virka miðvíst fyri at bøta arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. 
• Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika. 
• Vit vilja tryggja betri gjøgnumskygni í almannaverkinum og skapa betri møguleikar fyri ung við tarni, so tey klára seg sjálvi. 
• Vit vilja, at í Føroyum skal vera gott at búgva - eisini hjá teimum, ið bera brek. Tí vilja vit seta í verk ein politikk fyri tey, ið bera brek í Føroyum.

 

Heilsa - Vit leggja dent á eitt samvirkið heilsuverk við hágóðsku veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í miðdeplinum.

 

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar.

 

• Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands. 
• Vit vilja hava meiri gjøgnumskygni og greiðar mannagongdir, sum skulu vera almennar, greiðar og lættar at skilja. 
• Vit vilja leggja dent á sjúklingatrygdina og sjúklinganøgdsemi við skipaðum kanningarog eftirmetingarhættum.
• Vit vilja styrkja endurvenjingina. 
• Vit vilja gera samstarvsavtalur um sjúkraviðgerðir og starvsfólkamenning við sjúkrahús í øðrum londum. 
• Vit vilja virka fyri at diabetis- og krabbameinsætlaninar stigvíst verður settar í verk og at m.a. giktaviðgerðin verður bøt. 
• Vit vilja broyta sjúkraváttanirnar, so at tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin er førur fyri at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.

 

B: Sambandsflokkurin
Sosial- og almannamál
• Sosial tilboð til fólk við sálarligum órógvi
• Búðtilboð til fólk við serligum avbjóðingum
• Tænastulóg – tryggja rættindi og skyldir hjá borgarunum

 

Heilsumál
• Stytta um bíðilistar til sjúkraviðgerð: viðgerðartrygd
• Betri samskipan og stýring av sjúkraviðgerðum
• Psykriatiska skaðastovu

 

Útbúgving
• Skúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum
• Styrkja handverkaraútbúgvingar og lærlingaskipanina

 

D: Nýtt Sjálvstýri
Rættartrygd - Rættartrygdin verður sett í hásætið, og tryggjað verður, at øll grundleggjandi skulu vera líka fyri lógini.

 

E: Tjóðveldi
At øll, ið á einhvønn hátt hava serligar avbjóðingar, verða tryggjað virðilig kor og javnbjóðis atgongd til samfelagið.

 

H: Miðflokkurin
Psykiatrisk skaðastova skal skipast - Vit gleðast um, at vit í verandi samgongu megnaðu at fáa bíðitíðina til barna- og ungdómspsykiatri, ið var 2½ ár, burtur.

 

Men hetta viðkvæma økið skal framhaldandi raðfestast høgt og skal ein psykiatrisk skaðastova setast á stovn.

 

Heilsunýskipanin - Sjúklingar, sum verða sendir av landinum at fáa heilsubót, skulu hava lógarfestan rætt til persónligan fylgjara.

 

Greiningin (heildarmetingarætlanin) av heilsuverkinum, ið skjøtul er settur á, skal halda fram.

 

Sjúklingar, sum verða sendir av landinum at fáa heilsubót, skulu hava lógarfestan rætt til persónligan fylgjara.

 

 

Sí allar tíðindagreinar