Vilt tú hava parkeringsbót? Fá tær heldur nýtt parkeringskort
07. Sep. 2015

Um tú nýtir gamla avlamiskortið, tá ið tú parkerar, og ikki hevur fingið tær nýggja parkeringskortið, skalt tú rokna við at fáa parkeringsbót.
  

Her finnur tú umsóknarblað til parkeringskort

 

Um parkeringskort

Parkeringskortini, sum MBF gevur út fyri Akstovuna, kunnu nýtast í Danmark og øðrum útlondum. Longu 1. mars fóru gomlu avlamisskeltini úr gildi, og tí skulu øll, sum hava gamla avlamisskeltið, søkja um nýtt parkeringskort.

 

Tey, sum framhaldandi brúka gomlu avlamisskeltini, fáa nú bót.

Sí allar tíðindagreinar