Parkeringsbót uttan nýtt parkeringskort
23. Sep. 2015

Tíðindaskriv frá MBF:

  

Parkeringspláss, sum eru merkt við mynd av fólki í rullistóli, eru einans ætlað fólki, ið bera brek. Treytin fyri at nýta hesi parkeringspláss er, at ein í bilinum hevur parkeringskort at leggja sjónligt í forrútinum í bilinum, tá ið parkerað verður.

 

Longu 1. mars 2015 fóru gomlu avlamisskeltini úr gildi, og tí skulu øll, sum hava gamla avlamisskeltið, søkja um nýtt parkeringskort. Um gamla avlamiskortið verður nýtt, skal førarin rokna við at fáa parkeringsbót.

 

Umsóknaroyðublað liggur á heimasíðuni mbf.fo undir savn/oyðubløð og skulu sendast til MBF við telduposti ella sum vanligur postur.

 

Parkeringskortið, sum MBF gevur út fyri Akstovuna, kann eisini nýtast í Danmark og øðrum ES londum. 

Sí allar tíðindagreinar