Vaksnamanna útbúgving aftur á breddanum
30. Sep. 2015

Í gjár var MBF við á almennum fundi á Hotel Hafnia um vaksnamannaútbúgving. Tað var NVL, norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru, sum skipaði fyri.

 

Fundurin var settur á skrá, tí vaksnamannaútbúgving og lívlang læra í breiðari merking, er eitt raðfest øki í norðurlendskum samstarvi. Eitt av málunum var at kunna um førleikar og royndir innan vaksnamannalæru í norðurlondum.

 

Eisini varð vaknsamannaútbúgving í Føroyum lýst úr ymsum sjónarhornum. T.d. hevði Dugni, Deyvafelagið/Teknmálstulkatænastan og Felagið fyri Lesi- og skriviveik hvør sína framløgu um arbeið teirra og tær avbjóðingar, tey hava.

 

Tað er ein sannroynd, at kring oyggjarnar sita væl skikkað fólk, sum tó av ymiskum orsøkum ongantíð fingu pappír uppá førleikar teirra. Kvinnur, sum vóru heima, tá ið maðurin var á sjónum. Tey, ið eru orðblind ella deyv og ikki fingu røttu hjálpina. Ófaklærd og tey, ið orsakað av sjúku ikki fingu gjøgnumført eina útbúgvning, sum tó seinni fingu viðkomandi arbeiðsroyndir. Uppaftur onnur eru, sum hava tørv á eftirútbúgving ella at tillaga útbúgving sína til dagsins samfelag og so framvegis.

 

Í dag verður í Føroyum nógv gjørt á økinum, men avbjóðingin er, at stovnar arbeiða hvør sær t.d. á miðnámsskúlunum, í frítíðarundirvísingini, í áhugafeløgum, í øðrum útbúgvingum, á Heilsuskúla Føroya, á Fiskivinnuskúlanum, á Føroya Sjómansskúla og á Setrinum.

 

Semja var um, at í Føroyum er stórur tørvur á eini samskipan á økinum. Her eigur at verða orðaður ein politikkur, ið byggir á hugsjónina um lívlanga læru við vegleiðing, førleikameting, og har ymisku tørvirnir verða lýstir.

 

MBF fegnast um, at orð aftur er sett á týdningin í vaksnamannaútbúgving og á einum orðaðum politikki á økinum. 

Sí allar tíðindagreinar