Mennandi skúlatilboð grundleggjandi mannarættindi
03. Nov. 2014

Kjakið og ynskið um inklusjón seinastu tíðina eiga at síggjast aftur í, at vit alsamt nærkast samfelagnum, har øll hava sama rætt og møguleika, og har føroyingar síggja tilfeingi í hvør øðrum - uttan undantak. Lætt er at seta orð á inniliga ynski um inklusjón, meira avbjóðandi er at síggja ynskið aftur í gerð.

 

 

Øll hava rætt til útbúgving

Í grein 24 í ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, viðurkenna limalondini rættin til útbúgving í eini inkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum og læring fyri lívið.

 

Hesi rættindi síggjast aftur fólkaskúlalógini og í ávísan mun eisini í gerandisdegnum í fólkaskúlunum, har skúlin skal taka atlit at einstaka næminginum. Í fólkaskúlalógini § 4, stk. 5, er ásett, at sernámsfrøðilig ráðgeving verður veitt skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum. Næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboði skúlans, fáa serundirvísing og/ella sernáms-frøðiligan stuðul.

 

Í juni 2014 fekk MMR handað tilmælið frá arbeiðsbólki um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlaøkið. Í tilmælinum verður m.a. staðfest, at lutfalsliga nógvir næmingar ganga í tí vanligu skúlaskipanini, og at bert 0,72% av næmingunum ganga í serskúla. Hetta setur sjálvsagt ótrúliga stór krøv til sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum.

 

Tá ið vit út frá hesum tosa um inklusjón, so eru næmingarnir í fólkaskúlanum longu í stóran mun á sama stað, men at vera saman er ikki inklusjón í sjálvum sær. Heldur er stóra avbjóðingin at tryggja mennandi og tillagaða undirvísing í teimum undirvísingartilboðum, sum eru.

 

Hóast ætlað er, at Sernám, førleikastovurnar, serflokkar, serstovur og Skúlin á Trøðni skulu røkka hesum máli, so er tørvur á, eins og tilmælið til MMR vísir, at sernámsfrøðiliga økið verður skipað neyvari.

 

 

Lærarar grundin undir góðari frálæru

Í endaligu niðurstøðunum til Føroya landsstýri frá ST nevndini í september verður víst á tørvandi greiðu á, í hvønn mun næmingar, ið bera brek, kunnu fáa nøktandi stuðul og tilvenjing fyri at lætta um útbúgving teirra, og mismunin í úrsliti hjá næmingum, ið bera brek, og teimum, ið ikki bera brek.  

 

ST nevndin mælir til, at Føroya landsstýri bøtir um lóggávuna fyri at tryggja, at øll børn, ið bera brek, í fólkaskúlanum, verða inkluderað somuleiðis, at nøktandi stuðul og tilvenjingar, serliga ígjøgnum hóskandi (eftir)útbúgving fyri lærarar og onnur, ið starvast í skúlanum, tryggja mennandi undirvísing fyri næmingar, ið bera brek.

 

Ein skipan er altíð treytað av teimum, sum starvast har. Fyrr nevnda tilmælið til MMR vísir eisini á, at tað hevur stóran týdning at vera tilvitaður um, at krumtappurin í eini vælvirkandi sernámsfrøðiligari skipan eru fakfólkini og tað menniskjaliga tilfeingið.

 

ST sáttmálin sigur nevniliga, at fyri at tryggja nøktandi skúlatilboð í verki, skulu limalondini taka hóskandi stig til at seta lærarar í starv og at útbúgva serfrøðingar og starvsfólk, sum arbeiða á øllum skúlastigum. Slík útbúgving skal eisini gera starvsfólkini tilvitandi um brek og læra tey at brúka hóskandi hjálpartól og alternativan arbeiðshátt, miðlar og snið í samskifti, frálæringarhátti og tilfari sum stuðul til fólk, ið bera brek.

 

 

Fólk, ið bera brek, á miðnámi

Grund fyri víðari útbúgving er ein mennandi fólkaskúli, og kærkomin er løgtingslóg frá mai í 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum í § 2, stk. 3 sigur: At leiðari útbúgvingarstovnsins kann við góðkenning landsstýrismansins stovna og bjóða út aðrar breytir og serliga skipað skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi.

 

Við hesi broyting, kunnu næmingar, við serligum tørvi, nú fáa møguleika at fáa miðnámsskúlaprógv. Hetta eru nýggir møguleikar í Føroyum. Í londunum uttan um okkum er hetta sett í verk, og fáa ung eitt miðnámsskúlatilboð, sum er lagað til einstaklingin. Endaliga prógvið er eisini tillagað, so at tað eisini vísir førleikar og evni, sum geva møguleika at fara víðari í arbeiðið ella í viðkomandi útbúgving.

 

ST sáttmálin sigur, at limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa høvi til at stunda hægri lestur, vinnuútbúgving, vaksnamannaútbúgving og læring fyri lívið uttan mismun og á jøvnum føti við onnur. Til at røkka hesum endamáli skulu limalondini tryggja, at rímiligar umstøður verða veittar fólki, ið bera brek.

 

Á fundi, sum Ráðið fyri brekað skipaði fyri, kom fram, at tørvur veruliga er á slíkum tilboði í Føroyum. Teknisku skúlarnir hava royndir við næmingunum, sum tørva stuðul og nevnast kann eisini t.d. autistaflokkurin í Hoydølum. Hetta er rætta leiðin at ganga, tí ódámligt er, at allir føroyskir ungdómar ikki hava møguleika fyri mennandi skúlatilboði eftir 10. flokk.

 

 

Grundleggjandi mannarættindi

Lætt er at seta orð á inniliga ynskið um inklusjón, meira avbjóðandi er at síggja ynskið aftur í gerð. Avbjóðingin er stór, men vit eru á veg, og hóast vegurin stundum tykist langur, so er einasti møguleiki at halda fram, áhaldandi at finna loysnir og gera tað, sum skal til fyri at fáa útbúgving fyri børn og ung, ið bera brek, at virka. Tí mennandi skúlatilboð til øll er grundleggjandi mannarættindi.