Inklusjón viðurkennir fjølbroytni
13. Nov. 2014

Nógv verður tosað um inklusjón av næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlanum, og kanningar vísa, at inklusjón kann styrkja læringina hjá øllum næmingum.

 

Hugtakið og bakgrund

Hugtakið inklusjón stendur í Salamanca yvirlýsingini, uppkallað eftir spanska býnum, har  fyrsta altjóða orðaskifti um inkluderandi skúlan var í 1994. Har møttust umboðsfólk úr 92 londum og 25 altjóða felagsskapum fyri at undirskriva, at útbúgving fyri øll eisini skuldi fevna um næmingum við avbjóðingum.

 

Eisini vísir ST sáttmálin, um rættindi teirra, ið bera brek, í grein 24 á rættin til útbúgving í eini inkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum og læring fyri lívið.

 

Hetta merkir, at bæði læring og menning í skúla so vítt gjørligt skal vera í vanliga fólkaskúlanum og í nærumhvørvinum hjá næminginum.

Ymiskar lýsingar eru av inklusjón, men breið semja er um, at fyri nakrar næmingar er vanlig undirvísing ikki nøktandi. Næmingar við avbjóðingum skulu tí framhaldandi hava møguleika fyri serundirvísing, um neyðugt.

 

Inkluderandi læruumhvørvið

Grundleggjandi spurningurin er, hvussu inkluderandi læruumhvørvið verður tryggjað og harvið fakliga støðið hjá øllum næmingum. ”Dansk Clearinghouse” hevur m.a. gjørt eitt skipað granskingaryvirlit av altjóða kanningum um úrslitinum av inklusjón av næmingum við avbjóðingum, sum vísir, at inklusjón kann styrkja læringina hjá øllum næmingum. Men um inklusjónin skal eydnast er kravið, at skúlastjórar, lærarar og onnur starvsfólk, sum arbeiða við inklusjón, hava vitan um undirvísing av næmingum við avbjóðingum og eisini hava møguleika at venda sær til fakfólk, sum kunnu vegleiða og stuðla arbeiði teirra.

 

Inklusjón nýtt og avbjóðandi

Tá ið vit síggja skúla og undirvísing í ljósinum av inklusjón eru avgjørdar fyritreytir. Tó tykist tað ofta í almenna inklusjónskjakinum sum um, at inklusjón er nakað, sum vit bara “bestemma okkum til” og so gera vit tað. Vandi er fyri, at fatanin av inklusjón verður skeiklað soleiðis, at veruligu krøvini hvørva ella ikki verða tikin í álvara. Inklusjón krevur politiskan vilja, broyttan samfelagsligan hugburð og fleiri møguleikar fyri broytingum hjá skúlaleiðslum og lærarum.

 

Inklusjón krevur hugburðsbroyting og verður ikki sett í verk við tosi ella kjaki ella um hugtakið fær pláss í fólkaskúlalógini. Her skulu grundleggjandi broytingar frá øllum síðum til, tí hugtakið er nýtt í útbúgvingini hjá lærarum.

 

Allir næmingar saman tryggjar ikki inklusjón

Í juni 2014 fekk MMR handað tilmælið frá arbeiðsbólki um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlaøkið. Í tilmælinum verður staðfest, at 0,72% av næmingum í fólkaskúlaaldri ganga í serskúla. Eftir tølunum at døma sær tað gott út, men at næmingarnir eru á sama stað tryggjar ikki inklusjón.

 

Eitt nú í Danmark er gjørd ein ambitiøs politisk dagsskrá við ynskjum við øktari inklusjón í fólkaskúlanum. Fleiri næmingar við serligum tørvi eru fluttir úr serskúlum og eru nú partur av vanligu undirvísingini. Fakliga úrslitið skuldi eftir ætlan gerast betur og trivnaðurin varðveittur. Her gekk tó avgjørt ikki sum ætlað, tí hetta er nevniliga ikki nakað vit bara “bestemma okkum til” at gera, men nakað, sum skal innarbeiðast við at broyta vanahugsan og geva skúlunum, lærarum og starvsfólki karmar og møguleikar at tillaga undirvísingina. 

 

Inklusjón í samfelag og fólkaskúla

Fólkaskúlin er avgerandi táttur í føroyska samfelagnum, men óivað verður avbjóðingin at gera inklusjón til veruleika ov stór fyri fólkaskúlan einsamallan.

 

Alt samfelagið má kenna ábyrgd í sambandi við inklusjón av fólki, ið bera brek, og at vit saman viðurkenna fjølbroytni.