Føroyingar útihýstir frá politiska kjakinum
10. Jun. 2015

Valstríðið er av álvara byrjað. Fyrst er fólkatingsval í juni, sum í stóran mun er spennandi startskotið til løgtingsvalið í heyst. Tosað verður sum um, at allir føroyingar eru við, men fleiri hundrað føroyingar eru púra útihýstir frá litríka politiska kjakinum í sjónvarpinum.

 

Hoyra ikki

Tíðin fram til eitt og hvørt politiskt val er merkt av lívi, liti og gyltum vallyftum. Á mangan hátt er hetta ein hugfarslig tíð, har føroyingar hava nógv at tosa um og dúgliga viðgera tað, sum t.d. kemur fram í politisku valsendingunum. Men púra útihýstir eru føroyingar, sum ikki hoyra. Teir kunnu ikki fylgja við t.d. í grundleggjandi viðurskiftum, so sum orðaskifti hjá valevnunum í sjónvarpskjaki.

 

Í Føroyum er bara ein almenn sjónvarpsrás, Kringvarpið, sum hevur trupulleikar við nøktandi at halda public service skyldurnar mótvegis fleiri hundrað føroyingum. Orsøkin, sigur Kringvarpið, er trot av pengum.

 

Kringvarpið er á fíggjarlógini, men tá ið public service skyldur ikki verða hildnar hóast tað, so er tíðin óivað komin til at seta markaðan pening av á fíggjarlógini til teksting av føroyskum sjónvarpssendingum, eins og tað er gjørt við játtanina til teknmálstulking.

 

ST sáttmálin púra greiður

Sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, er púra greiður um hesi viðurskifti. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur.

 

Í samband við niðurstøðurnar frá hoyringini av ST sáttmálanum í Geneve hevði ST nevndin ítøkiligt krav um, at Føroya landsstýrið tryggjar bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atkomu til allar sendingar, ið Kringvarp Føroya sendir.

 

Innilig áheitan

Við hesum vil MBF inniliga heita á myndugleikan um at bera so í bandi, at fáa atkomu til sjónvarpssendingar í Kringvarpinum í rættlag, so stórur partur av føroyingum ikki aftur til komandi valini verða útihýstir frá annars livandi og litríka politiska kjakinum.