Talgildu Føroyar fyri allar borgarar
25. Jun. 2015

Í dag varð heildarætlanin “Talgildu Føroyar” løgd fram í Norðurlandahúsinum. Talgildu Føroyar er verkætlan, sum skal savna allar almennar talgildar tænastur á einum stað, og harvið gera tænastuna lættari, betri og bíligari fyri samfelagið og borgaran. Men spurningurin er, hvussu trygg atkoma verður tryggjað øllum føroyingum.

 

Talgildur samleiki fyritreyt

Einstøku stovnarnir hava seinastu árini í stóran mun hvør sær ment ymiskar talgildar skipanir, og er Talgildu Føroyar tí uttan iva nýbrot og ein sera spennandi verkætlan, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í felag hava tikið stig til. Lætt er eisini at vísa á fyrimunir við skipanini – bæði fyri tað almenna og fyri borgaran.

 

Hinvegin er álvarsligt, at allar almennar upplýsingar og alment samskifti verður savnað á einum stað. Borgarin fær sjálvsagt lættari atgongd til persónligar upplýsingar, men avbjóðingin liggur t.d. í, at ein talgildur samleiki verður fyritreyt, um borgarar trygt skulu avgreiða øll viðurskifti síni á einum stað.

 

Atkoma fyri øll

Á fundi við verkætlanarbólkin fyri “Talgildu Føroyar” mánadagin staðfesti MBF, at brekøkið enn ikki er hugsað sum partur av verkætlanini, og er hetta sera álvarsligt.

 

Hetta gevur MBF nógvar ósvaraðar spurningar. Hvussu er við atkomu fyri tey,  ið t.d. hava kognitiv brek og tey, ið hava niðursettan førleika í armum og hondum, ella tey, ið eru blind, deyv og lesiveik. Og hvat verður gjørt, um onkur ikki er førur fyri at umsita talgilda samleika sín?

 

Í tíðindunum á middegi í dag varð víst á, at talan er um eina føroyska loysn, og at tey hava fingið íblástur úr Estlandi. Hevur Estland kanska hugsað atkomu fyri øll?

 

MBF boðið at luttaka

MBF varð boðið at luttaka í samband við framløgurnar í dag. Men trupulleikin var, at tað, sum MBF skuldi bera fram í Norðurlandahúsinum, skuldi stýrast av verkætlanarbólkinum. Eisini metti MBF, at alt ov nógvir ósvaraðir spurningar vóru viðvíkjandi brekøkinum. Tí valdi MBF ikki at luttaka.

 

Vert er kanska eisini at viðmerkja, at nú verkætlanin alment varð løgd fram, var ongin teknmálstulkur bílagdur. Deyv í Føroyum høvdu tí onga atgongd til framløguna í dag.  

 

Ósvaraðir spurningar

Hvussu ætlar politiski myndugleikin at liva upp til  niðurstøðurnar frá ST nevndini um at skipa so fyri, at fólk, ið bera brek fáa atgongd á jøvnum føti við onnur til kunning, samskifti og tænastur, sum eru opin fyri ella gjørd til almenningin?

 

Hvussu ætlar politiski myndugleikin at loysa avbjóðingina viðvíkjandi talgildari undirskrift og atkomu annars, so fólk, ið bera kognitivt brek, niðursettan førleika í armum og hondum, eru blind, deyv ella lesiveik verða javnsett? 

 

Áheitan

MBF vil við hesum heita á politisku skipanina skjótast gjørligt, at tryggja, at “Talgildu Føroyar” verða fyri øll, eisini fólk, ið bera brek.

 

MBF mælir eisini til, at støða verður tikin til, hvør skal umsita talgildu undirskriftina, um brúkarin av einari ella aðrari orsøk ikki sjálvur er førur fyri at umsita hana.

 

Sjálvsagt er, at tann, ið má geva øðrum persóni atgongd til allar persónligu upplýsingar sínar, verður rættiliga sárbærur. Tí skal trygg atkoma tryggjast, so ongin óviðkomandi sleppur fram at persónligum upplýsingum. Og um neyðugt er at geva fulltrú, hvør skal tá hava hana?

 

Harmiligt er, at allir føroyingar ikki eru tiknir við frá byrjan, og vónar MBF, at politiski myndugleikin tekur hetta í álvara og fær hetta í rættlag.