Áheitan frá MBF til floksformenn
11. Aug. 2015

Áheitan frá MBF send formonnunum í politisku flokkunum í dag:

 

Nú løgtingsval stundar til, vilja vit við hesum heita á flokkin um aktivt at taka brekøkið við í orðaskiftið fram til komandi løgtingsval og eisini, at niðurstøðurnar frá ST nevndini verða tiknar við komandi samgonguskjal.  


MBF hevur sent skuggafrágreiðing til ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýri enn ikki á nøktandi hátt hevur tikið stig til at halda tað, ið Føroya Løgting hevur bundið seg til við at seta ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek í gildi í Føroyum.

 

Í september 2014 kom greitt yvirskipað tilmæli frá ST nevndini til Føroya Landsstýri.

 

 

Íverksetan av ST sáttmálanum - Grein 33 Innlendis ígildissetan og eftirlit

 

Fyri at tryggja íverksetan av ST sáttmálanum í Føroyum, er grein 33 “Innlendis ígildissetan og eftirlit” ein tann mest umráðandi.

 

Síðani tilmælini komu úr ST, hevur Almannaráðið fingið ábyrgdina av sáttmálanum, og er okkara uppskot, at starvsfólk verða sett, sum burturav koma at taka sær av uppgávuni.

 

Tað, ið nú manglar, er at seta grein 33, stk. 2 og 3 í verk. Viðvíkjandi hesum, hevur Almannaráðið verið áhugað, og MBF hevur sent eitt uppskot til AMR um, hvussu hetta kann gerast.

 

Tað er okkara vón, at arbeiðið, sum er byrjað, ikki dettur burtur nú nýggj fólk koma at umsita ymisku økini, men at hildið verður fram við jaliga arbeiðinum fyri at seta alla grein 33 í verk.

 

 

Yvirskipað ætlan fyri brekøkið í Føroyum

 

MBF heitti í skuggafrágreiðingini á ST nevndina at mæla Føroya Landsstýri til at seta í verk ein brekpolitikk við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum geirarnar.

 

ST nevndin skundar undir, at Føroya Landsstýri setir í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, so sáttmálin fæst at virka.

 

 

Atkoma til Kringvarpið - Grein 30 At vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti

 

Atkoma til sendingar hjá Kringvarpi Føroya eru soleiðis, sum Føroya Landsstýri vísir á, tengt at einum Public Service sáttmála, sum skal tryggja, at tíðindi verða teknmálstulkað og sendingar, sum hava stóran almennan áhuga og týdning, skulu tekstast og/ella teknmálstulkast.

 

Fólk, sum eru deyv, kunnu í nógvum førum ikki fylgja við, um ein sending verður tekstað og fólk, sum eru tunghoyrd, hava sjáldan lært teknmál, so ógjørligt er at loysa avbjóðingarnar, sum hesi bæði brekini geva, við antin teknmál ella undirtekstum.

 

ST nevndin krevur í ítøkiligu tilmælunum, at landsstýrið tryggja bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir.

 

 

Gott val

 

MBF skal longu um fá ár aftur gera skuggafrágreiðing. Fyri ST nevndina er tað ikki vælkomið, at somu trupulleikar tá enn eru óloystir. Tí vilja vit heita á tykkum um at taka brekøkið í størsta álvara, og er tað okkara vón, at tá ið samgonguskjalið verður skrivað, at niðurstøðurnar frá ST nevndini verða tiknar við í samgonguskjalið. Vónandi fáa øll valevnini á listanum hetta skriv saman við viðheftu niðurstøðunum á føroyskum, sum eisini liggja á amr.fo.

 

Við hesum orðum vil MBF takka fyri vælvild og gott samstarv gjøgnum árini og ynskja flokkinum eitt gott val!