Borgaragluggin fyri allar borgarar
25. Sep. 2015

Mánadagin varð Borgaragluggin, sum er nýggj sjálvgreiðsla hjá TAKS á netinum, latin upp. Í Borgaraglugganum ber til hjá borgarum talgilt at avgreiða fleiri viðurskifti við stovnin lætt og tíðarhóskandi. Hóast enn nakrar avbjóðingar, so er gott at síggja, at TAKS í stóru verkætlanini hugsar um allar borgarar frá byrjan.   

 

Trygdin í hásæti

Við nýggju tænastuni Borgaragluggin ber til hjá borgarum talgilt at avgreiða viðurskifti við stovnin lætt og tíðarhóskandi, sigur TAKS. Borgaragluggin gevur eisini innlit í upplýsingar annars millum borgarar og TAKS, har eitt nú síggjast kunnu ognir og yvirlit yvir løn og frítíðarløn, og hvussu nógvur skattur er goldin undanfarin ár og so framvegis.

 

Lætt og tíðarhóskandi eru góð orð, sum tó geva orsøk til spurningar. Við fleiri persónligum upplýsingum á einum stað kann, um illa vil til, eisini verða lættari hjá óviðkomandi at fáa atgongd til persónligar upplýsingarnar hjá øðrum. Tí skal samstundis, sum tað gerst lættari og tíðarhóskandi, tryggjast, at óviðkomandi ikki kunnu misnýta skipanina.

 

Tí vigar tað nógv, tá ið Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS sigur, at í Borgaraglugganum er trygdin í hásæti, og fyri at rita inn skal ein hava Mínlykil, sum er felags innritingarskipan til Mínaboks og aðrar tænastur hjá virkjum og stovnum. Víðari sigur hann, at upplýsingarnar um hvønn einstakan borgara tí eru væl vardar og kunnu ikki síggjast av óviðkomandi.

 

Skipanin fevna øllum borgarum

Føroyar, og harvið eisini TAKS, eiga í hesum at liva upp til niðurstøðurnar frá ST nevndini um at skipa so fyri, at fólk, ið bera brek fáa atgongd á jøvnum føti við onnur til kunning, samskifti og tænastur, sum eru opin fyri ella gjørd til almenningin.

 

Eisini hevur tað týdning, at atkoma verður tryggjað soleiðis, at fólk, ið bera kognitivt brek, hava niðursettan førleika í armum og hondum, eru blind, deyv ella lesiveik verða javnsett. 

  

Arbeiðið ikki liðugt

Í summar var MBF boðið á fund við TAKS, har Borgaragluggin varð lagdur fram og tosað varð um møguligar avbjóðingar út frá tí sannroynd, at borgarar hava ymiskan førleika, og júst hetta setir stór krøv til skipanina.

 

Tað er gott, at TAKS vísir vilja at fáa Borgaragluggan at virka fyri allar borgarar. T.d. virkar Readspeaker til tað vanliga á Borgaraglugganum, men virkar enn ikki til ymisk skjøl. Orsøkin til hetta er, at heimasíðan er nakað gomul og broytingar mugu tí gerast fyri at fáa hetta at virka.

 

Enn eru avbjóðingar í Borgaraglugganum, og enn er Borgaragluggin ikki, sum sjónvarpslýsingin annars vísir á, fyri allar borgarar. Tí sær MBF álvarsemi í lyftinum frá TAKS um, at tey alsamt arbeiða fyri at betra um tænasturnar og at finna nýggjar loysnir, so øll kunnu vera við.