Broytingar í viðtøkunum hjá MBF
23. Oct. 2015

Tíðindaskriv frá MBF:

Broytingar í viðtøkunum hjá MBF

 

Á eykaaðalfundi 21. oktober hevur Meginfelag teirra, ið bera brek gjørt broytingar í viðtøkum felagsins.

 

Á aðalfundi í mai 2015 varð navnið á felagnum broytt frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum – stytt MBF. Hetta varð gjørt fyri at tillaga navnið eftir teimum málsligu broytingunum, sum orðið “brek” hevur verið fyri seinastu árini. T.d. eru tey, ið bera brek ikki longur brekað. Nýggja orðingin vísir á, at fólk bera brek, og eru ikki brek, sum fyrra orðingin leggur upp til.

 

Í nøkur ár hevur starvsnevndin í MBF tosað um at broyta viðtøkur felagsins soleiðis, at tær gerast meira tíðarhóskandi. Serliga er tað orsaka av, at bygnaðurin í MBF seinastu árini er broyttur. Nú var tíðin so komin at gera hesar broytingar.

 

Ein av nýggju broytingunum er, at teir fýra bólkarnir, sum fyrr hava verið grundarlagið fyri, hvussu starvsnevndarlimir verða valdir, eru tiknir av. Starvsnevndarlimirnir skulu nú vera úr fýra ymiskum feløgum, og við broytingini verður tað lættari hjá einstøku limafeløgunum at peika á og avgera, hvønn tey ynskja at umboða seg í starvsnevndini.

 

Onnur broyting er, at forkvinnan/-maðurin á komandi aðalfundi í apríl verður vald/-ur fyri trý ár í mun til tvey ár. Tíðarskeiðið verður longt við tí grundgeving, at tvey ár er rættiliga stutt tíð hjá forkvinnu/-manni at seta seg inn í fleirtáttaðu avbjóðingarnar á brekøkinum. Við hesum verður longri tíð og harvið eisini friður at arbeiða.

 

Aðrar broytingar eru, at dagligi leiðarin nú er aðalskrivari, og eisini er greiðari staðfest, hvat starvsnevndin ger, og hvør uppgávan hjá skrivstovuni er.

 

Broyttu viðtøkurnar liggja her.  

  

Sí allar tíðindagreinar