Neyðugt við játtan til serliga skipað miðnám
06. Nov. 2015

Nú nýggja landsstýrið arbeiðir við fíggjarlógaruppskoti fyri komandi ár, er avgerandi, at ynski um at styrkja brekøkið sum heild verður staðfest í ítøkiligari játtan. Munagóðu batarnir seinastu árini eiga nú at halda fram sum miðvís menning av øllum brekøkinum – eisini í serliga skipaðum miðnámi.

 

Serliga skipað miðnám

Við støði í ST sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, og við íblástri frá donsku STU-skipanini og íslendskari skipan, gjørdi ein arbeiðsbólkur í 2014 “Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi”.

 

Arbeiðið við serliga skipaðum skúlatilboðum var longu byrjað m.a. við serflokki innan autismuøkið í Hoydølum og skúla-, frítíðar- og bútilboði á Rásini. Ynski var tó um at víðka um tilboðini, so fleiri kundu fáa gagn av teimum og ávikavist at styrkja um skúlapartin og bú- og frítíðarpartin við møguleika at skipa heildartilboð.

 

Arbeiðsbólkurin kom við ítøkiligari lýsing av og grundgevingum fyri, hvussu og hví skúla-, bú- og frítíðartilboðini eiga at verða víðkað, ment og styrkt við ítøkiligum málsetningi, mannagongd og kostnaðarætlan o.ø.

 

Í august í ár varð víst á, at samanlagt eru eini 34 serliga skipað tilboð á miðnámi:

  • 11 innan autismuøkið í Hoydølum
  • 8 á serliga skipaðari breyt á Kambsdali
  • 7 á Rásini, sum eftir ætlan fer at taka næmingar inn á hvørjum ári
  • 3 í Skúlanum á Trøðni - nýtt tilboð til næmingar eftir fólkaskúlan
  • 5 í serflokki í Skúlanum á Fløtum - fyrireikingarflokkur til miðnám

 

2016 - fleiri serliga skipað tilboð

Tilmæli leggur upp til eina tilgongd við m.a. at skipa fleiri skúlatilboð á miðnámsskúlunum á Kambsdali, í Klaksvík, í Tórshavn og á Rásini í Runavík í 2016. At skipað verður mentortoymi í Klaksvík og á Kambsdali og um tørvur er, bústaðartilboð á næmingaheiminum í Klaksvík skipað sum bú- og viðgerðartilboð eftir §27 í forsorgarlógini til tey, sum ganga í skúla á Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Eisini leggur tilmælið upp til, at skipa verða frítíðartilboð eftir skúlatíð, frítíðarklubbar, og at førleikamenning av starvsfólki heldur fram.

 

Almannamálaráðið hevur í hesum ábyrgd av at veita og fíggja stuðuls-, frítíðar- og bústaðartilboð og Mentamálaráðið hevur ábyrgd av at veita og fíggja skúlatilboð.

 

Áheitan um neyðuga játtan

Føroyar hava viðurkent, at fólk við serligum tørvi skulu hava javnbjóðis rættindi eins og onnur. Yvirskipaða málið er, at øll fáa nýtt sínar gávur og førleikament seg á tí støði, tey eru á, og at fleiri føroyingar fáa eina útbúgving. Eisini við tí fyri eygað, at samfelagið hevur tørv á, at fleiri fólk luttaka á arbeiðsmarknaðinum.

 

Við hesum vil MBF heita á landsstýrið um at tryggja, at tey tilboð, ið longu eru byrjað, halda fram eftir tí leisti tilmælið leggur upp til, og at tilboð, ið skulu byrja í 2016, verða sett í verk. Hetta krevur, at neyðug játtan verður sett av á fíggjarlógini fyri 2016 til endamálið.

Sí allar tíðindagreinar