MBF á verkstaðnum á Bakka
20. Nov. 2015

Mánadagin 9. november vitjaði MBF verkstaðin á Bakka í Vági, har umleið 15 arbeiðsfólk fáast við mangt og hvat.

 

Tey vóru bæði blíð og týð og greiddu frá, at arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.30, fríggjadag til kl. 13.00. Dagurin byrjar við felags morgunmati, áðrenn farið verður til verka á verkstaðnum. Fríggjadag er hugnadagur, og tá kunnu arbeiðsfólkini eisini fáa hjálp frá starvsfólki til ymisk privat viðurskifti, um tey ynskja tað.

 

Fleiri myndir her.

 

Fýra starvsfólk arbeiða á verkstaðnum: tveir námsfrøðingar, ein timburmaður og ein hondarbeiðslærari.

 

Verkstaðurin hevur eina hugnaliga sølubúð, har lutir, virkaðir á verkstaðnum, verða seldir; ymiskt bundið og broderað, lutir úr gróti og træi, flettiborð, havaborð og annað. Eisini ber til at bíleggja eftir egnum ynski.

Sølubúðin er vanliga opin gerandisdagar frá kl. 9.00 til 14.00.

 

Umframt føstulávintshald og jólahugna fyri arbeiðsfólki á hvørjum ári, verður eisini skipað fyri jólasølu. Í ár er jólasøluna í húsunum hjá Vágs Handverkarafelag, og opið verður frá mikudegnum 25. november til mikudagin 2. desember allir dagar frá kl. 13.00 til 18.00.

 

Vit takka fyri møguleikan at vitja verkstaðin á Bakka og ynskja øllum góðan arbeiðshug og alt tað besta.

Sí allar tíðindagreinar