Ver við at hátíðarhalda Altjóða brekdag 3. desember í NLH
23. Nov. 2015

Hósdagin 3.desember frá kl.12.00 skipa Ráðið fyri Brekað og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum fyri ókeypis hátíðarhaldi í Skálanum í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at 3. desember er Altjóða Brekdagur.


Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Endamálið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingar, sum fólk, ið bera brek, hava í gerandisdegnum, so samfelagið alsamt gerst meira inkluderandi og harvið eitt samfelag fyri øll, har mørk verða brotin og dyr latnar upp.

 

Frá kl. 12.00 er ókeypis kaffi, køkur & frukt frá Dugna

 

- Kl. 13. 00 Vælkomin. Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna Ráðið fyri Brekað

 

- Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum setur dagin

 

- Atkoma - Barcelona sum undangongubýur. Tóra við Keldu, forkvinna MBF

 

- Atkoma til ferðavinnu í Føroyum. Theresa T. Kreutzmann, stjóri Visit Tórshavn

 

- Tónleikur við Døgg Nónsgjógv

 

Kl. 14.10 Steðgur - Ókeypis kaffi, køkur & frukt. Dugni borðreiðir í forhøllini

 

- Autisma og samskifti. Aimi Justinussen, foreldur

 

- Myndasamskifti við fólk við autismu. Levi á Torkilsheyggi, ClearComm, ársins vinnari í Creative Business Cup Føroyar 2015

 

- Onki er óført. Bjarni Poulsen og Fanny Petersen, foreldur

 

- Samanumtøka. Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna Ráðið fyri Brekað

 

Kl. 16.00 Liðugt

 

Teknmálstulkar eru við til fundin

 

Sí allar tíðindagreinar