Smyril Line fekk Kærleikskúluna 2015 fyri fylgjaraskipanina
26. Nov. 2015

Á hugnaligari samkomu týsdagin varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Kærleikskúlan 2015 varð givin Smyril Line sum vikurkenning fyri skipanina um fylgjara, sum teir skrivaðu undir við MBF í januar í ár.

 

MBF ynskir Smyril Line hjartaliga tillukku við viðurkenningini og takkar fyri vælvilja og slóðbrótandi arbeiði.

 

Á heimasíðuni hjá Dugna stendur um kærleikskúluna at lesa: Tað er listakvinnan, Astri Luihn, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna í samstarv við Guðrið Syderbø, grafikara. Kærleikskúlan 2015 hevur ein ring av lomvigum, sum jú eru eitt av listarligu eyðkennunum hjá Astri Luihn.  

 

Hetta er sjeynda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum, og tað er altíð eydnast at halda listafólkið loyniligt, inntil avdúkingina.

 

Astri Luihn sigur sjálv soleiðis um Kærleikskúluna 2015 í yrkingini, sum fylgir við kúluni:

 

VINALAG  ER KÆRLEIKI

Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðlar okkum í kærleika.

Sum fuglunum tørvar okkum flokkin, og flokkinum tørvar okkum.

Vit fylkjast í flokk, sum líkir fuglar.

Flokkurin er okkara heim, okkara tryggleiki og stuðul.

Flokkur okkara kann broytast og laga seg við tíðini, men sonn vinabondhalda

flokkinum saman.

Við kærleika og vinalagi er alt gjørligt.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

 

Í ár var tað felagið Smyril Line, sum fekk fyrstu Kærleikskúluna. Smyril Line fekk heiðurin fyri at vera fyrsta uttanlanda ferðaskrivstovan, sum er við í samstarvinum um Fylgjarakortið.

 

Fylgjarakortið er ein skipan, sum MBF hevur sett í verk, og sum tryggjar, at føroyingar, sum vegna kropsligt, sálarligt ella mentalt brek hava fylgjara fyri neyðini, fáa hendan við ókeypis.

 

At Smyril Line er við í skipanini merkir, at fleiri av viðskiftafólkunum hjá Dugna nú hava møguleika at sleppa uttanlands uttan at rinda dupultan kostnað. Higartil hava tey verið noydd at rindað fyri bæði seg sjálvi og fyri fylgjaran. Nú fáa tey fylgjaran við ókeypis.

 

Somuleiðis er tænastan, ið verður veitt hesum málbólkinum umborð á Norrønu, fyrimyndarlig.

 

Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.

 

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlaner framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið.Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotuliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Tað eru arbeiðsfólk hjá Dugna á Kambsdali, sum hava sett eskjurnar saman og pakkað tær.

 

Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varveita arbeiði, so hesi kunnu fara til arbeiðis ella undir útbúgving.

 

Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

 

Undanfarinár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009),Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012),Edward Fuglø (2013) og Astrid Andreassen (2014).

 

Sí allar tíðindagreinar