Kom og hátíðarhald Altjóða brekdag
29. Nov. 2015

Hósdagin 3. desember er Altjóða brekdagur, tá skipar Ráðið fyri Brekað og Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum fyri ókeypis hátíðarhaldi í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

 

Altjóða brekdagur varð ásettur av Sameindu tjóðum í 1992 og hevur verið hátíðarhildin í Føroyum síðani tá. Endamálið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingar, sum fólk, ið bera brek, hava í gerandisdegnum, so samfelagið alsamt gerst meira inkluderandi og harvið eitt samfelag fyri øll, har mørk verða brotin og dyr latnar upp.

 

Hvørt ár verður nýggj yvirskrift sett fyri dagin, sum í ár er “Inklusjón hevur týdning” við undirheitinum “Atgongd og myndugleiki til fólk við øllum førleikum”.

 

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 12, tá ið Dugni borðreiðir við kaffi, køkum og frukt í forhøllini.

 

Kl. 13 bjóðar Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, vælkomin. Síðani fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at seta dagin.

 

Fyrstu løtuna verður evnið likamlig atkoma við "Barcelona sum undangongubýur". Tóra við Keldu, forkvinna í MBF vísir á, at tá bæði íbúgvar og gestir eru ymiskir, er neyðugt, at býir taka í álvara atkomu, ið fevnir ymisleika.  

 

Við hesum í huga fara vit inn í nærumhvørvið við evninum "Atkoma til ferðavinnu í Føroyum". Theresa T. Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn, fer at tosa um kanning, ið varð gjørd um atkomu í høvuðsstaðnum.

 

Síðani er steðgur. Dugni borðreiðir aftur við ókeypis kaffi, køkum og frukt í forhøllini.

 

Eftir steðgin fara vit til atkomu í samskifti. Aimi Justinussen, foreldur, fer við evninum "Autisma og samskifti" at tosa um eina app, sum ger samskifti við tey, ið ikki hava talumál bæði lættari og greiðari.

 

Frá appini fara vit á føroyska pallin, har fyritøkan Beak seinastu tíðina hevur ment ClearComm, sum er ein talgild dagsskrá og samskiftisamboð til tey, ið hava autismu. Fyri hesa verkætlan var ClearComm ársins vinnari í Creative Business Cup Føroyar 2015. Levi á Torkilsheyggi tosar um "Myndasamskifti við fólk við autismu" og vísir, hvussu hetta virkar.

 

Áðrenn Barbara á Tjaldrafløtti tekur saman um dagin, verður evnið "Onki er óført". Bjarni Poulsen og Fanny Petersen, foreldur, siga sína lívsjáttandi søgu um familjulívið við barnið, ið ber brek.

 

Í ár fer Døgg Nónsgjógv at syngja og spæla, og teknmálstulkar eru við til fundin.

 

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF – Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum

Sí allar tíðindagreinar