Altjóða brekdagur: Barcelona sum undangongubýur
03. Dec. 2015

Innlegg altjóða brekdag 2015:

 

Tá bæði íbúgvar og gestir eru ymiskir, er neyðugt, at býir taka í álvara atkomu, ið fevnir ymisleika.

 

3. september í 1992 gingu føroyingar stoltir við Merkinum inn á olympiska leikvøllin Montjuic við 65.000 áskoðarar og fleiri milliónum sjónvarpshyggjarum. Bercelona var tá vertur fyri paraolympisku leikunum, og hevur býurin seinastu 23 árini veruliga raðfest atkomu við ynski um, at býurin skal gerst atkomuligasti býurin í heiminum.


Í dag kann Barcelona breggja sær av, at hann eru væl á veg. Tvær ferðir hevur Barcelona verið í finaluni um at vinna heiðurin hjá europeiska semveldinum “Access City Awards”. Soleiðis verður kappast um at gerast atkomuligast í heiminum. Hetta tekur langa tíð og miðvíst arbeiði.

Hóast sólin skein á føroysku ítróttarfólkini, sum fingu góð úrslit á paraolympisku leikunum í Barcelona, so eru vit enn ikki við í kappingini um at vera atkomuligasta í heiminum.

 

Verkætlanin “Turismo para todos”, merkir ferðavinna fyri øll. Maria-José Ania, sum arbeiðir fyri “Barcelona Access” sigur, at ferðavinna fyri øll, ella atkomulig ferðavinna, fær rætta pláss sítt, tá ið fólk tilvitað gerast varug við javnrættindi fyri øll at ferðast og njóta frítíð teirra. Býurin arbeiðir alla tíðina við at betra um tilboðini til ferðafólk við breki, serliga innan gisting og matstovur. Privata vinnan er noydd til at síggja, at ferðafólk, ið bera brek, er ein bólkur við stórum tilfeingi, og at tað er neyðugt, at teimum verður víst størri umhugsni.

 

Atkoma er tó ikki bara gáttir, lyftir, trappur ella atkoma inn í bygningar, men eisini fram at ymiskum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði á bygd og í bý.

 

Lívið í gerandisdegnum er ein heild, og tí er altíð neyðugt at síggja atkomu sum eina heild, tí í heildini skulu tørvirnir verða møttir. Grund fyri hesum er vanligt vit og skil og eisini grein 9 í ST sáttmálanum, sum vísir á týdningin, at fólk, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum.

Maria-José Ania, frá “Barcelona Access”, sigur víðari, at tað er týdningarmikil viðurkenning av arbeiði teirra at vera við í finaluni í “Access City Awards”. Politiska skipanin hevur saman við okkum verið við at bróta møguligu múrarnar og at økja um atkomuna í øllum býnum.

 

Eisini leggur hon dent á, at Barcelona hevur ikki útferðir, sum eru sniðgivin til ferðafólk, ið bera brek, men allar almennar ferðir í býnum við ferðaleiðara eru atkomuligar, so øll kunnu vera við. T.d. eru skipaðir gongutúrar, sum eru 100 % atkomuligir, og ferðaleiðarar eru útbúnir í at leiðbeina og/ella fylgjast við ferðandi við ymiskum brekum.

 

Flestu søvn og forvitnislig støð bjóða serliga tilrættalagdar rundsýningar til ferðafólk við likamligum ella sálarligum breki. Eisini er møguligt at fáa skræddaraseymaðar rundsýningar ígjøgnum virkir, sum hava lagt seg serliga eftir atkomu. Sjálvsagt er eisini møguleiki fyri at ferðast í býnum á egnari hond, og tá merkja fólk serliga væl, hvussu góður og lættur býurin er at ferðast í.

 

Stuttfilmur úr Barcelona

 

Sjálvandi hava vit nógv at læra, men tað merkir ikki, at vit skulu gera sum onnur. Tað hevur altíð týdning, at vit menna og víðka um atkomu á ein sjálvstøðugan hátt, sum er góður fyri okkum. Vit eiga at fáa landsmyndugleikarnar, kommunurnar, kunnungarstovurnar og føroyingar allar at hugsa “Turismo para todos”, ferðavinnu fyri øll – hetta kemur fram um alt at gagna føroyingum

 

Myndir frá altjóða brekdegnum 2015

Sí allar tíðindagreinar