Altjóða brekdagur: Barbara byrjaði dagin og tók saman um
07. Dec. 2015

Vælkomin 3. desember 2015

 

Eg skal vegna Almannamálaráðið, MBF og Ráðið fyri Brekað bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin. Eg gleðist um, at tað eru so nógv møtt til dagin í dag, nú vit varpa ljós á, at tað í dag er altjóða brekdagur. Eg haldi, at vit ordiliga eiga at blása henda dagin upp, og royna at fáa so nógv uppmerksemi sum møguligt um viðurskifti hjá teimum, ið bera brek.

 

Ofta haldi eg, at tað er ikki manglandi vilji frá samfelagnum sum so, sum ger, at fólk, ið bera brek ikki altíð hava nóg góðar umstøður. Men heldur er tað manglandi vitan, upplýsing og gáloysni – og jú eisini manglandi respekt, sum manglar, fyri at fáa nøktandi liviumstøður ella liviumstøður, sum eru líka góðar, sum hjá hinum borgarunum í okkara samfelag.

 

Fyri at fáa hesa javnvág er neyðugt at varpa ljós á viðurskifti hjá teimum, ið bera brek og tryggja, at hetta ljós nær út í allar krókar. Hetta er júst eitt av endamálinum við degnum vit halda í dag.

 

Vit hava eina spennandi skrá fyri framman, sum lýsir ymiskar umstøður, tá tað snýr seg um viðurskifti hjá teimum, ið bera brek. Og eg fari at bjóða landsstýriskvinnuni í almannmálum Eyðgunn Samuelsen at seta dagin. Ger so væl.

 

***

Síðani tók Barbara saman um dagin:

 

Takk fyri øll tey fantastiska góðu og læruríku innleggini í dag. Og takk til allar okkara kreftir í føroyska samfelagnum, sum leggja orku í at vinna øllum jøvn rættindi og møguleikar.

 

Brekpolitikkur eigur at vera allastaðni í okkara samfelag. Í vinnulívinum, skúlalívinum, í frítíðarlívinum o.s.fr. Vit hava í dag hoyrt landsstýriskvinnuna greiða frá teim tiltøkum, hon ætlar at seta í verk innan brekøkið. Øll hava tey eitt endamál, og tað er at betra um viðurskiftini. Vit vóna, at Eyðgunn Samuelsen kemur á mál við ætlanunum, tí tær fara at muna.

 

Vit hava hoyrt um Barcelona, og hví hesin býur er undangongubýur og sæð, hvussu ferðavinnan arbeiðir fyri at gera okkara land atkomiligt fyri okkara egnu borgarar og fyri ferðafólk, sum koma úr útlondum. Og tað er sera gott og livir eisini upp til ásetingarnar í grein 30 í breksáttmálanum um, at vit skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, sleppa til frítíðar- og ferðamannastøð.

 

Vit hava eisini hoyrt Clear Comm greiða frá teirra samskiftisamboði, sum vit kunnu vera sera errin av. Eitt framkomið amboð, sum er ment í Føroyum, og sum gagnar einum ofta gloymdum samfelagsbólki. Tað er sera gott. Eg vóni, at tit náa langt við hesum samskiftisamboði, og at tað letur seg upp ein nýggjur heimur fyri fleiri. Tí samskifti er so sera grundleggjandi fyri lívsgóðskuna. Bæði fyri persónin sjálvan og fyri avvarðandi og onnur. Tað hevur Aimi Justinussen so meistarliga greitt okkum frá og lýst, hvussu støðan hjá Brandi hevur verið, og hvussu hon er batna, tí nú ber so smátt til at samskifta við hann.  

 

Vit hava eisini hoyrt um gerandisdagin hjá Øssuri Ábraham, og hvussu familjan og onnur hava skipað so fyri, at øll fáa sum mest burtur úr og kunnu fegnast um at hava ein góðan gerandisdag. Takk fyri at tit vilja geva okkum innlit í tykkara gerandisdag, tað er við til at skapa størri forstáilsi millum fólk.

 

Eg havi lært sera nógv og verið við til at seta fleiri týdningarmikil evnir á skránna, sum forkvinna í Ráðnum fyri Brekað. Um eg skal taka samanum, so er tað EITT orð, sum eg haldi, er avgerðandi fyri viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek. Tað er orðið hugburður.

 

Hugburðurin er avgerðandi fyri, hvussu vit handla, og hvørjar avgerðir vit taka. Og eg tori at siga, at hugburðurin til brekpolitikk er ikki serliga góður ella jaligur, tí um so var, høvdu okkara borgarar, sum bera brek, havt betri liviumstøður.

 

Gamaní er hugburðurin broyttur seinastu 50 árini til tað betra. Men vit skulu minnst til, at hugburðurin broytist ikki nevnivert við einans at broyta orðini ella heitini, vit gjøgnum tíðirnar hava sett á tey, sum bera brek.

 

Í einum lítlum samfelagi sum okkara ber væl til at broyta hugburð skjótt. Tað hava vit sæð fleiri ferðir fyrr. Fara vit nóg langt aftur í tíð, so kundu fólk ikki blíva gift, um tey vóru ognarleys. Hetta er óhugsandi í dag. Fram til fyrst í 80´unum var trygdarbelti ella bilbelti eitt fremmant orð. Bilar koyrdu inni í býnum og millum bygdir við fúkandi fer og ongin sat í trygdarbelti. Hetta er óhugsandi í dag. Tá var eisini tabu at tosa um samkynd. Mitt í 90’unum bar til at roykja allastaðni. Í bussum, flogfari o.s.fr. Hetta broyttist yvir bert heilt fáar mánaðir.

 

So jú, tað ber væl til at fáa fólk at hugsa øðrvísi. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað skal ein málrættaður innsatsur gerast. Vit mugu viðganga, at fólk, ið hava brek eru ikki nóg væl integreraði í samfelagið. Hvussu ofta síggja og hoyra vit til dømis fólk, sum bera brek í miðlunum, bæði í sjónvarpssendingum, í barnasendingum, á netinum og í prentaðum miðlum o.s.fr. Og hvussu ofta verða teirra viðurskifti lýst í miðlunum? Eg trúgvi, at bara hetta hevði kunna verið við til at skapt ein jaligan hugburð.

 

Okkara mál má vera at fáa politikkarar og fólk annars at hava ein hugburð, sum ber í sær, at fólk, ið bera brek skulu hava møguleika at luttaka í øllum viðurskiftum, ájavn við onnur. Í vinnulívi, skúlalívi, frítíðarlívi o.s.fr. Tað skal vera ein sjálvfylgja at fólk, ið bera brek hava eitt arbeiði, hava útbúgving, fáa upplæring og menning o.s.fr. Alt eftir hvørjir førleikar tey hava. Tað eigur at vera ein náttúrulóg, at allir borgarar eru javnt settir. Tað er eingin náttúrulóg, sum forðar hesum.

 

Ein góður tummulfingur regul í tílíkum etiskum málum er at viga spurningar upp í móti hvørjum øðrum. Vit kundu t.d.spurt: Hvør fær skaða av, at tann, ið ber brek fær javnbjóðis umstøður?.

 

Ella vit kundu spurt: Um tann, ið ber brek hevur javnbjóðis umstøður, er hann tá til boga fyri nakran?

 

Nei, sjálvandi er hann ella hon ikki tað. Og tí eigur tað at vera ein sjálvfylgja at tey, ið bera brek vera roknað inn á sama hátt sum onnur.

 

Eg fari at nýta høvi at takka fyri meg, nú eg havi verið forkvinna í Ráðnum fyri Brekað í skjótt 10 ár. Hetta hevur verið ein sera lærurík og góð tíð. Landsstýriskvinnan fer nú fyrsta dagin at seta nýtt ráð og fari eg at ynskja teimum gott arbeiðslag og góða eydnu.

 

Takk fyri.

Barbara á Tjaldrafløtti

 

 

Sí allar tíðindagreinar