Vælkomnir eru glottarnir
11. Aug. 2014

Føroyingar eru ymiskir og hava tí eisini ymiskar avbjóðingar. Fyri politisku skipanina er tí týdningarmikið, hóast avbjóðandi, altíð at fylgja við, hvat best er fyri einstaklingin og ongantíð at gloyma, at politiskar avgerðir altíð hava meira ella minni grundleggjandi fylgjur fyri gerandisdagin. Ómøguligt er óivað at røkka øllum ynskjum og málum, men í løgmansrøðuni á ólavsøku eru innan brekøkið víst glottar at hóma.

 

ST sáttmálin ítøkilgur

Eftir at Føroya landsstýri samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, 13. mai 2009, eru avbjóðingarnar á brekøkinum vorðnar meira ítøkiligar. Tí er nú eisini lættari beinleiðis at síggja, hvat málið er, og hvussu sett eigur at vera út í kortið.

 

Sáttmálin er sera víðfevndur. Umframt at staðfesta verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin eisini ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi, umframt rættin til atkomu í víðari merking og javnstøðu.

 

Eins og løgmaður vísir á, er vælferðin í Føroyum varðveitt. Vitandi um, at føroyingar eru ymiskir á máli um førda politikkin, so eru vit óivað samd um, at í sjálvum sær er vælferðin júst grundarlagið, ið tryggjar øllum føroyingum ein nøktandi og virknan gerandisdag.

 

Tann góða tilgongdin

Foreldur at børnum við serligum avbjóðingum siga ofta, at tænastan frá myndugleikunum ikki er nóg væl samskipað. Gott er tí at hoyra, at staðfestingin hevur fingið Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið, saman við Autismufelagnum at skipa verkætlanina “Tann góða tilgongdin". Endamálið er at finna ein ítøkiligan leist at samskipa tilboðini eftir og veita eina samanhangandi heildartænastu, so familjurnar kenna tað sum, at ein og sama hurð er inn til allar tænastur. Í fyrstu atløgu verður arbeiðið grundað á royndir hjá familjum, ið hava børn, við sjúkueyðkenninum autismu.

 

 

Ymisk skúla- og heildartilboð

Nógv verður tosað um, at gera fólkaskúlan rúmligari, og áhugaverdur er tankin um at skipa sernámsfrøðiliga økið øðrvísi, so fólkaskúlin gerst uppaftur rúmligari og meira inkluderandi, so møguleiki er at bjóða øllum mennandi og avbjóðandi skúlatilboð - eisini teimum við serligum avbjóðingum.

 

Fólkaskúlaøkið er, sum øll vita, umfatandi og fjøltáttað, men um ynski um at gera verandi fólkaskúlaskipan meira inkluderandi skal gerast veruleiki, er neyðugt at tryggja, at lærarar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað.

 

Júst grundleggjandi arbeiðið í fólkaskúlanum er fyritreyt fyri ynskinum um at tryggja øllum ungum í landinum møguleikan at fáa eitt miðnámsskúlatilboð, sama hvørjar førleikar, tey hava.

 

Út frá hesum er kærkomið at hoyra løgmann tosa um fyrireikandi arbeiði við heildartilboðum, sum fata um serliga skipað skúla-, bústaðar- og frítíðartilboð, har fyrstu næmingarnir eftir ætlan byrja eftir nýggju skipanini á sumri í 2015.

 

Viðurkenningin av, at næmingar eru ymiskir, letur eyguni upp fyri tørvinum at hava ymisk skúlatilboð.

 

Bíðitíðin í barnapsykiatriini minkað

Bíðirøðin til greiningar og viðgerð í barnapsykiatriini er minkað. Tó eigur politiski myndugleikin altíð at hava í huga, at hóast bíðitíðin er minkað, so eru tey, sum eru greinað, framhaldandi í skipanini. Tí hevur tað alstóran týdning, at ikki bara bíðitíðin minkar, men at tilboðini eftir útgreining eru nøktandi.   

 

Velja hvar, og saman við hvørjum vit búgva

Í Føroyum er sjáldsamt at fólk, sum bera brek, hava møguleika at velja, hvar og saman við hvørjum, tey ynskja at búgva. At hava egnan bústað er mannarættur, og tí er rætt at økja um bústaðarmøguleikarnir. Hetta er t.d. við bú- og virknistilboði til ung við menningartarni og autismu, við at menna tilboð til ung sálarsjúk, byggja heim fyri heimabúgvandi við fjølbreki, vardar íbúðir til fólk við menningartarni, íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum og eftir ætlan at byggja virknis- og umlættingarheim fyri børn við serligum avbjóðingum.

 

Málið hjá einum og hvørjum vælferðarsamfelag er jú, at borgarar í fólkaræðisliga samfelagnum liva eitt virkið lív, sum gevur møguleika at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt.

 

Ikki møguleika at fylgja við í samfelagsviðurskiftum

Tá løgmaður sigur, at eitt fjølbroytt miðlalandslag er týdningarmikið fyri at tryggja eitt vælvirkandi fólkaræði, so eri eg púra samd. Vil her tó vísa á, at fleiri føroyingar tíverri ikki hava møguleika at fylgja við øllum, sum fjølbroytta miðlalandslagið sendir út.

 

Tey, sum eru tunghoyrd, kunnu ikki fylgja við í gerandisdegnum ella hoyra tíðindi í sjónvarpi ella útvarpi. Heldur ikki verða sendingar í sjónvarpinum tekstaðar. Fólk, sum eru deyv og tørva teknmálstulk, fáa altíð gomul tíðindi, tí tíðindi í sjónvarpi verða send við teknmálstulki dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum. Hetta eiga vit sjálvsagt ikki at góðtaka.

 

Saman koma vit nærri málinum

Hóast nøkur skýggj, so eru glottarnir vælkomnir og vónin um ítøkiligar broytingar innan brekøkið er lutvíst vorðin veruleiki. Ómøguligt er óivað at røkka øllum ynskjum og málum, men glottarnir eru prógv um, at við munagóðum samstarvi ímillum allar partar koma vit alsamt nærri málinum.

 

Tóra við Keldu

Forkvinna í MBF - Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum