Við vón hini komandi tíð ímóti
30. Dec. 2015

Skjótt siga vit hendingaríkum ári farvæl og bjóða nýggjum ári við ókendum hendingum vælkomnum. Vit hava sett kós ímóti einum atkomuligari samfelag innan øll øki. Vit eru á veg, tó skulu avgerandi stig komandi árið takast fyri at koma enn longri.

 

Orða brekpolitik

2016 eigur at vera árið, tá ið ein brekpolitisk ætlan verður gjørd. Brekpolitiska ætlanin skal vera við til at gera greitt, at sama virðisgrundarlag skal vera fyri allar borgarar. Soleiðis kunnu vit eisini tryggja, at allir borgarar fáa somu treytir og rættindi í samfelagnum.

 

Her kunnu tey, ið bera brek vera við, so vítt sum gjørligt, at taka ábyrgd fyri egnum lívi og hava møguleika fyri at velja og hava ávirkan á egnan gerandisdag. Uttan mun til brek, so eiga borgarar at hava møguleika at taka lut og geva gerandslívinum sítt íkast.

 

Fyritreytin er tó, at umhvørvi er lagað eftir universellari hugsan um atkomu fyri øll og virðing fyri ymisleika. Tí er neyðugt, at hetta verður hugsað inn í tilrættalegging á øllum politiskum økjum við javnrættindi í møguleikum og atkomu.

 

Eins og likamlig atkoma skal tryggjast, skal eisini atkomu til undirvísing, upplýsing, mentan samskifti og luttøku í fólkaræðisligu tilgongdini tryggjast.

 

Nýtt landsstýri við visjónum

Við nýggja landsstýrinum á odda eru longu góð orð skrivað t.d í “Mál at fremja”, sum er fylgiskjal til samgonguskjalið frá 14. september 2015. Í brotinum “Børn, ung og vaksin við serligum avbjóðingum”, vil samgongan arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum, har eitt nú ST sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek eigur at verða virdir og fylgdir.

 

Við støði í hesum skulu øll børn og ung hava atgongd til barnagarðs-, fólkaskúla- og miðnámsskúlatilboð, ið er lagað til tørvin hjá tí einstaka við tí máli, at fleiri tímar skulu setast av til serligan tørv í fólkaskúlanum, eins og hildið verður fram við at skipa miðnámsútbúgvingar til ung við serligum avbjóðingum.

 

Eisini stendur skrivað, at arbeiðast skal fyri einari samskipaðari tænastu, har støðið verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Heildarætlan skal leggjast fyri best møguliga menning av barninum, og tryggjast skal, at bíðilistar til greining eru so stuttir, sum tilber.

 

Stuðul, tillagað størv og bústaður

Í sama skjali er staðfest, at rætturin til neyðugan stuðul skal lógartryggjast - eitt nú í skúla og frítíðarhøpi, og at skipanin við persónligum stuðlum skal endurskoðast.

 

Fleiri vard og tillagað størv eins og fleiri vardir verkstaðir kring landið skulu gerast veruleiki, og farast skal undir at byggja fleiri vardar bústaðir umframt virknis- og umlættingardeplar, har tørvurin er størstur. Farið verður somuleiðis undir at byggja tíðarhóskandi bústovnar.

 

Tolin, men tó...

Hetta ljóðar gott, og pappírið er tolið. Tó hevur tað týdning, at virðing er fyri tí, sum skrivað er, so ikki ov long tíð gongur frá skrivaða orðinum til orðið gerst verk. Sum samfelag eru vit samd um, at vit skulu viðurkenna ymisleikan, og at allir føroyingar skulu hava sítt natúrliga pláss í virkna gerandisdegnum. 

 

Meginfelag teirra, ið bera brek hevur í mong ár, saman við politisku skipanini, stríðst fyri javnrættindi, og visjónin er framvegis, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag. Sum meginfelag merkja vit, at hetta eisini er eitt samfelagsligt ynski, men hetta krevur sjálvandi, at vit eisini síggja verk.

 

Øllum tørva avbjóðingar

Sjálvsagt hevur tað týdning, ikki minst í 2016, at vit kunnu seta einstaklinginum krøv at vera við so ella so. Við røttu kørmunum verða menniskju ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum.

 

Við framskygdum nýggjaársynskjum til løgmann, landsstýrisfólk, tingfólk og allar føroyingar við vón hini komandi tíð ímóti.

Sí allar tíðindagreinar