Hátíðarhalda 35 ára dagin fríggjadagin 20. mai 2016
07. Jan. 2016

Set kross í álmanakkan fríggjadagin 20. mai, tí tá hátíðarheldur MBF 35 ára dagin í Norðurlandahúsinum frá kl. 12:30. Lívssøgur, hugleiðingar og tónleikur eyðkenna dagin, sum eisini fer at varpa ljós á stóru borytingarnar seinastu árini, eins og tað eisini verður sett orð á batar, ið eiga at verða gjørdir. Øll eru hjartaliga vælkomin!


Myndin er av Várskránni 2016 hjá Norðurlandahúsinum, sum er komin í hvørt hús.

 

"Søgan um okkum", sum Erhard Jacobsen hevur skrivað, sigur søguna um MBF. Í fororðunum til bókina sigur Erhard: "Søgan um MBF, Meginfelag teirra brekaðu, sum skjótt hevur 35 ár á baki, er fyrst og fremst ein lýsing av, hvussu MBF hevur stríðst fyri at gerast ein viðurkendur politiskur aktørur í føroysku fólkaræðisligu politisku skipanini. Tað er ikki sum at siga tað at lýsa allar tættirnar í virkseminum hjá MBF hesi nógvu árini, tí málini eru nógv og økið at fara um er stórt og fjølbroytt. Felagið hevur tó eitt greitt mál, og tað er at virka fyri áhugamálum teirra brekaðu í Føroyum."

 

At MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober, er ikki av tilvild. MBF visti eisini, at tað var eitt stórt stig framá, tá ið Løgtingið samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, 13. mai 2009.

 

Meginfelag teirra brekaðu varð stovnað 24. oktober 1981. 19. mai 2015 fekk felagið navnabroyting til Meginfelag teirra, ið bera brek.

 

Endamál felagsins er:

  • at virka fyri samstarvi millum tey ymisku áhugafeløgini hjá fólki, ið bera brek í Føroyum
  • at virka fyri og stuðla áhugamálum hjá fólki, ið bera brek í Føroyum
  • at stuðla teimum einstøku feløgunum í teirra dagliga virksemi
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi
  • at virka fyri at fáa ávirkan og verða hoyrd í málum, ið eru viðkomandi hjá fólki, ið bera brek

Á aðalfundi 19. mai 2015 varð samtykt at broyta navnið á felagnum frá “Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum” til “Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum”. Grundgevingin var, at hetta navnið er meira tíðarhóskandi.

 

Forkvinnur í MBF hava verið:

 

Ása Ellefsen (1981-1985)

Margreta Næss (1985-1994)

Doris Hansen (1994-2002)

Marjun Sigurðsdóttir (2002-2004)

Leila Solmunde (2004-2012)

Carita Bjørklund (2012-2014)

Tóra við Keldu (2014-

 

Sí allar tíðindagreinar