Brekøkið fyri mannarættindaráðnum í ST
23. Jan. 2016

Føroyar vóru 21. januar til ST hoyring í Genéve, har landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, umboðaði Føroyar. Millum tilmælini frá londunum í Mannarættindaráðnum var, at ein óheftur Mannarættindastovnur verður settur á stovn í Føroyum.

 

Til hoyring í mannarættindaráðnum

Hoyringin í Genéve var liður í eini tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn fyri síðani at skula fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

 

Hoyringin var sermerkt í mun til aðrar ST hoyringar, sum taka støði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, og har tað eru serfrøðingarnevndir, ið standa fyri hoyringunum. Hendan hoyringin fevndi um allar ST mannarættindasáttmálar, og tað var Mannarættindaráðið, ið stóð fyri hoyringini.

 

Fyrireikandi hoyring í Posthúskjallaranum

27. mai í 2015 bjóðaði táverandi uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni til almenna hoyring um mannarættindi í Føroyum. Hetta var liður í fyrireikingini til sjálva frágreiðingina, sum sendast skuldi mannarættindaráðnum.

 

Hoyringin gav áhugafeløgum og borgarum annars høvi til at leggja fram áskoðanir teirra viðvíkjandi mannarættindum í Føroyum. Umframt áhugabólkar og borgarar annars vóru umboð fyri donsku mannarættindastovuna eisini umboðað.

 

Nú er frágreiðingin almannakunngjørd og vísir m.a. á nøkur av málunum, sum komu fram. Les frágreiðingina her: Frágreiðing frá Føroya Landsstýri til ST

 

MBF hevði upplegg til almennu hoyringina, sum tú kanst lesa her: MBF til almenna hoyring um mannarættindi

 

Eftirlit við breksáttmálanum

Grundað á skuggafrágreiðingina, sum MBF lat ST nevndini í januar 2014, gjørdi ST tá vart við týdningin í grein 33 í sáttmálanum við óheftum eftirliti við breksáttmálanum.

 

Í samband við hoyringina í mai 2015 møttust føroyski myndugleikin við donsku mannarættindastovuna fyri at skifta orð um, hvat eftirlit kundi verið passandi at nýtt í Føroyum. Føroyar eru smáar og hetta avmarkar sjálvsagt bæði fíggjarligu og umsitingarligu orkuna, sum skal til.

 

Gleðiligt er nú at síggja, at frágreiðingin til mannarættindaráðið vísir, at málið hjá samgonguni er at tryggja skyldurnar í eftirlitinum á ein gagnligan og hóskandi hátt. Sagt verður eisini, at fyrireikingarnar eru byrjaðar.

 

Public Service sáttmálin

Undir yvirskriftini “Rættindi teirra, ið bera brek” verður í frágreiðingini til mannarættindaráðið víst á, at eftir at Føroyar í 2009 skrivaðu undir ST sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek eru rættindi teirra bøtt munandi.

 

Har verður eisini víst á týdningin í atkomu til upplýsingar fyri deyv og tunghoyrd og Public Service sáttmálan millum KVF og Mentamálaráðið frá 2010. Í sáttmálanum stendur, at tíðindi skulu teknmálstulkast við víðari áherðslu á týdningin, at aðrar sendingar, við serligum áhuga og týdningi fyri almenningin annars, skal tekstast ella teknmálstulkast.

 

MBF hevur ferð eftir ferð víst á týdningin í, at sendingar hjá KVF verða teknmálstulkaðar og tekstaðar. Bólkurin av tunghoyrdum er vaksandi, og hesi skilja ikki teknmál, tí hevur bæði og týdning.

 

Áhugavert verður at síggja, um nýggi Public Service sáttmálin kemur at binda KVF at tryggja, at allar sendingar verða teknmálstulkaðar og tekstaðar soleiðis, sum niðurstøðurnar viðvíkjandi breksáttmálanum í 2014 áløgdu Føroya Landsstýri.

 

Rættindi hjá ungum til útbúgving

Eisini verður í frágreiðingini víst á, at týðandi stig eru tikin til at tryggja eina inkluderandi útbúgvingarskipan, sum skal geva øllum ungum í Føroyum útbúgving. Í 2014 fingu ung við autismu tilboð á miðnámi, og í 2015 varð tilboðið víðkað.

 

Tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, sum varð handað Mentamálaráðnum í januar 2015 vísir á, hvussu ein inkluderandi útbúgvingarskipan kann tryggja ungum, ið bera brek tilboð eftir fólkaskúlan á miðnámi.

 

Gleðiligt er at síggja, at samgongan raðfestir hetta økið við ítøkiligum máli at seta fleiri tilboð í verk.

 

Viðmerkingar at enda

Føroya Landsstýri viðurkennir at enda í frágreiðingini, at arbeiðið at virka fyri og at tryggja mannarættindi er ein áhaldandi tilgongd, og vísir á, at Føroya Landsstýri hevur pliktað seg til at arbeiða fyri einum meira inkluderandi samfelag við øktum denti á altjóða sáttmálar.

 

Føroya Landsstýri ætlar at halda fram at samstarva við allar avvarðandi myndugleikar, geirar og áhugapartar fyri at tryggja at bæði meginreglur og praksis av mannarættindum eru kend og nýtt av øllum í føroyska samfelagnum.

 

MBF gleðir seg til hetta samstarv við vón um fleiri batar á brekøkinum.

 

Sí allar tíðindagreinar