Norðurlendskt samstarv og ráðstevna
11. Mar. 2016

Í døgunum 7. til 10. mars var MBF umboðað á norðurlendskum fundum og ráðstevnu um ST sáttmálan í Helsinki. Týdningurin í norðurlendskum samstarvi liggur serliga í samskiftinum um umstøðurnar hvør hjá øðrum, og hvussu vit saman kunnu varpa ljós á avbjóðingarnar á brekøkinum. Grundleggjandi hava londini somu avbjóðingar í at síggja fulla inklusjón og javnrættindi hjá teimum, ið bera brek.

 

Í norðurlendska samstarvinum eru Danmark, Norra, Ísland, Svøríki, Finland, Áland, Grønland og Føroyar.

 

 

Norðurlendsku meginfeløgini

Á fundinum við norðurlendsku meginfeløgini førdi MBF fram, at seinastu árini hava verið frambrot á brekøkinum í Føroyum. Serliga var hesaferð víst á, at Almannaráðið, ið hevur savnandi ábyrgdina fyri ST sáttmálanum, arbeiðir við at víðka um Ráðið fyri brekað, og at Vinnumálaráðið er farið at kanna møguleikarnar fyri einum óheftum stovni at hava eftirlit við sáttmálanum. Hesi viðurskifti eru avgerandi fyri, hvussu Føroyar kunnu liva upp til krøvini í grein 33 um íverksetan av ST sáttmálanum.

 

Fleiri myndir her.

 

Eisini var víst onnur viðurskifti, sum í løtuni eru aktuell í Føroyum:

  • samstarv millum MBF, Visit Tórshavn, Grønland, Ísland, Norra og Skotland at skráseta atkomumøguleikar innan ferðavinnu
  • víðkan av tilboðum á serbreyt á miðnámi
  • viðurskiftini hjá fyritíðarpensjónistum, ið flyta til Danmarkar 

 

Flóttafólk, ið bera brek

Eins og kjakið seinastu tíðina hevur verið merkt av flóttafólkastreyminum úr Sýria til Evropa, var hetta eisini eitt av evnunum á fundinum. Kalle Kønkkøla vísti á, at hóast eingi hagtøl eru fyri, hvussu mong flóttafólk bera brek, so eru hesi vissuliga millum mongu flóttafólkini. Álvarsliga varð tosað um ringu umstøðurnar, sum hesi koma úr, men eisini torføru og longu ferðina úr heimlandinum til Evropa. Kalle hevur í fleiri ár víst á hesi viðurskifti í flóttafólkalegum í Afrika og miðeystri – og nú eisini í Evropa.

 

Víst var á syrgiligu støðuna og tørvin á, at norðurlond taka støðuna í álvara.

 

 

Framløga um viðurskifti í Føroyum

Á ráðstevnuni um ST sáttmálan og ávirkanina hann hevur á norðurlond fekk Tóra við Keldu, forkvinna, møguleika at siga eitt sindur um føroysku viðurskiftini. Týdningurin skuggafrágreiðingin og niðurstøðurnar úr ST hava havt fyri brekøkið er stórur, og hesi verða í dag nýtt sum leiðreglur fyri, hvørji evni Føroya Landsstýri, MBF og limafeløgini serliga eiga at arbeiða við.

 

Eisini fekk forkvinnan møguleika m.a. at vísa á, hvussu føroysk lóggáva og mannagongdir í komandi tíð vónandi verða evnaðar við ST sáttmálanum sum grund, og at við víðkanini av Ráðnum fyri Brekað verður møguleiki fyri at fáa breiða ráðgeving frá fólki frá arbeiðsmarknaðinum, almennu Føroyum og fólki, ið bera brek..

 

Eftir dagarnar við upplýsing, kunning og áhugaverdum framløgum stendur avgjørda niðurstøðan hjá øllum pørtum innan brekøkið, at saman við áhugafeløgunum er politiska skipanin avgerandi fyri, hvørjar møguleikar fólk, ið bera brek hava at skapa sær eitt gott og virkið lív.

 

Á myndini frá ráðstevnuni eru Elin Winther Poulsen, sum hevði bás við tilfari um heildarætlanina “Sig frá”, Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, og Doris Bjarkhamar, fulltrúi í AMR.

Sí allar tíðindagreinar