Klippingin skeiklar samanhangið
12. Mar. 2016

Tíðindini í Kringvarpi Føroya um kvinnu við rørslutarni, sum nú er flutt inn í egin hús, er ein sólskinssøga. Søgan vísir okkum á stóra týdningin í møguleikanum at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt. Í innslagnum í Degi og viku varð sagt, at MBF ikki heldur, at Almannaverkið veitir nóg góðar bústaðarmøguleikar til tey, ið bera brek. Men so einfalt er hetta ikki.

 

 

Almannaverkið arbeiðir eftir játtan

Hóast ymiskar meiningar eru um, hvussu peningurin hjá Almannaverkinum verður nýttur, ella hvussu valt verður at raðfesta, so tekst tað ikki burtur, at ynski um fleiri bústaðir til føroyingar, ið bera brek er ein politisk avgerð. Tað er politiska skipanin, sum eigur ábyrgdina og bara hon.

 

Í samrøðuni, sum tó var klipt úr, vísti eg á tíðindi á heimasíðuni hjá Almannaráðnum um, at settar eru útvið 60 millióir krónur av til at útvega bústaðir til fólk, ið bera brek. Hetta fegnast MBF um og vónar, at hetta arbeiði kann halda fram, so tørvurin við árunum verður nøktaður. Fólk við rørslutarni hava eisini tørv á bústøðum, og tí vónar MBF, at hesi verða tikin við, nú peningur er játtaður til bústaðir til fólk, ið bera brek.

 

 

Taka støðuna í álvara

Ítøkiliga arbeiðið at gera bústaðarmøguleikarnar fjølbroyttari hevur stóran týdning. Arbeiðið er byrjað, men avbjóðingin og fyritreytirnar fyri fleiri bústøðum til fólk, ið bera brek er, at støðan verður tikin í álvara, og at politiski myndugleikin játtar neyðuga peningin.

 

Tá ið tíðindafólkið so í Degi og viku sigur, at MBF ikki heldur, at Almannaverkið veitir nóg góðar bústaðarmøguleikar til tey, ið bera brek, so er hetta evnið bæði álvarsligari og meira fleirtáttað enn so.

 

Fari tí inniliga at heita á Kringvarp Føroya um at taka tíð til størri samanhang, so tað ikki verður skeiklað, tá ið klipt verður.  

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF

Sí allar tíðindagreinar