Hondbók um atkomuviðurskiftir í ferðavinnuni
16. Mar. 2016

“Access VestNorden” er nýggj og spennandi verkætlan við arbeiðsbólki, sum er mannaður av norðurlendingum, ið arbeiða við at gera hondbók um atkomuviðurskiftir í ferðavinnuni.

 

2. til 4. mars varð fundur í Reykjavík, har umboðini fyri Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg møttust.

 

Fyrst á skránni vóru framløgur um støðuna í ymisku londunum, síðani varð farið til Geysir, Tingvallir og Gullfoss at hyggja eftir, hvussu atkomuviðurskiftini eru har.

 

Fleiri myndir her.

 

Áhugavert var at hoyra, hvussu støðan er í hinum londunum viðvíkjandi atkomu og eisini at síggja, hvat Ísland ger fyri at ferðamál eru atkomulig fyri øll.

 

Fyrsti partur av hondbókini verður eftir ætlan liðugur í 2016.

 

Tey, ið manna bólkin eru:

Zenica Gosvig Larsen, Grønland

Kristin Bille, Noreg

Harpa Ingólfsdóttir, Ísland

Birna Hreidarsdottir, Ísland

Ása Olsen, Føroyar

Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Føroyar

Sí allar tíðindagreinar