MBF aðalfundurin 2016  
19. Mar. 2016

Lýst verður til aðalfundar í MBF húsinum hósdagin 28. apríl kl. 19.00.

 

Aðalfundarskráin verður smb. viðtøkum felagsins. 

 

Uppskot frá limafeløgunum til mál at leggja fyri aðalfundin, og uppskot til formann og starvsnevndarlimir skulu vera starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin.

 

Seinasta freist at lata inn uppskot er 7. apríl 2016 kl. 16.00.

 

Allir limir í limafeløgunum hjá MBF kunnu møta á aðalfundinum, sum verður teknmálstulkaður.

                                                                                                                       

Starvsnevndin

Sí allar tíðindagreinar