Tíðindaskriv: MBF 35 ára hátíðarhald og bókaútgáva
25. Apr. 2016

Fríggjadagin 20. mai eru øll hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda 35 ára stovningardagin hjá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum.

 

Neyvan var tað av tilvild, at MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 1981, og var tað eitt stórt framstig fyri felagið og føroyingar, tá ið Føroya Løgting 13. mai 2009 samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Øll árini hevur MBF áhaldandi arbeitt við brekpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskifti, og hevur virkað fyri at fáa ávirkan og at verða hoyrd í málum, ið viðkoma fólki, ið bera brek.

 

Á skránni í Norðurlandahúsinum 35 ára dagin verða lívssøgur, hugleiðingar og tónleikur, og harumframt verður ljós varpað á stóru broytingarnar innan brekøkið seinastu árini.

 

Eisini er tað við stórari gleði fyri MBF á 35 ára degnum at bjóða til framløgu av nýggjari bók, sum er upplýsandi tilfari til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hetta er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF. Bókin verður ókeypis, og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. 

 

Ver hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið 20. mai kl. 12:30 at hátíðarhalda 35 ára dagin hjá MBF.

Sí allar tíðindagreinar