Vitjan á Sjóndeplinum og aðalfundur
29. Apr. 2016

29. apríl kl. 19 var aðalfundur í MBF. Tó varð valt at byrjað longu kl. 18 í Sjóndeplinum við ynski um, at fáa frágreiðing um depilin og arbeiði teirra.

 

Tað var Karin Kass, leiðari, og Maria Svabo Hansen og Anna Maria Seloy, sum báðar eru ergoterapeutar og sjónráðgevar, sum tóku ímóti okkum. Karin greiddi frá virkseminum á Sjóndeplinum, um ráðgevingina, dagtilhaldið og verkstøðini og vísi okkum depilin.

 

Ruth Thomsen, formaður í Blindafelagnum, greiddi okkum frá, hvussu lívið kennist, tá ið ein er blindur. Avbjóðingarnar eru nógvar, og tað hevur týdning, at fólk sum heild hugsa um, hvussu tey kunnu gera løturnar lættari fyri tey, sum eru blind. Eitt nú altíð at siga, hvør mann er, og t.d. um boðið verður til ábit, so at siga, hvat stendur á borðinum. Hetta eru kanska tey smáu tingini fyri mong, men hetta ger løtuna so nógv lættari fyri blind.

 

Lykilin, helt Ruth, til eitt gott lív sum blindur, er at viðurkenna sína støðu. Fyri hana hevur Sjóndepilin verið til ótrúliga hjálp, og síðani hon byrjaði at koma har, er lív hennara broytt. Við hesum rósti hon starvsfólki og fólki annars fyri gott arbeiði og mennandi samveru.   

 

Fleiri myndir her: Vitjan á Sjóndeplinum 

 

At enda sluppu vit at síggja ymisk hjálpitól, sum blind nýta - bæði á skrivstovu og í køki.

 

Vitjanin var upplýsandi og góð og vit takka Karin, Mariu, Onnu Mariu og Ruth fyri ómakin.

 

Kl. 19 varð farið á aðalfund.

 

Á skránni til aðalfundin var m.a. framløga av roknskapinum, fíggjarætlan til kunningar og býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini. Eisini var val av forkvinnu og limum til starvsnevndina á skrá. Tóra við Keldu varð afturvald til forkvinnu, og Jørmund Foldbo, Anna Dahl Olsen og Gudny Benjaminsdóttir vóru afturval sum starvsnevndarlimir.

 

Sí allar tíðindagreinar