Kom til ráðstevnuna Lívið hevur litir
02. May. 2016

Undir heitinum "Lívið hevur litir" skipar MBF fríggjadagin 20. mai frá kl. 12:30 til 15:30 fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hendan dagin fara vit at fagna 35 árunum, sum MBF hevur verið virkið. Limafeløgini í MBF fara hendan dagin at hava upplýsandi tilfar úti í forhøllini og møguleiki verður eisini fyri práti.

 

Eisini er tað við gleði, at MBF á 35 ára degnum bjóðar til framløgu av nýggjari bók, sum er upplýsandi tilfari til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hetta er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF. Bókin verður ókeypis, og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

 

Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Á skránni fyri dagin verður: 

 

Kl.12:30 Forkvinnan bjóðar vælkomin

 

Kl. 12.35 Fráfarnar forkvinnur/formaður

- Ása Ellefsen (1981-1984) 
- Trygvi Jacobsen (1984-1985)
- Margreta Næss (1985-1994)
- Doris Hansen (1994-2002)
- Marjun Sigurðsdóttir (2002-2004)
- Anna Suffía Durhuus, dagligur leiðari (2002-2012)
- Leila Solmunde (2004-2012)
- Carita Bjørklund (2012-2014)

 

Kl. 12:45 Ása Olsen, MBF søgan frá 2011 til í dag

 

Kl. 13:00 Tónleikur við M. C. Restorff

 

Kl. 13:10 Rigmor Dam, MMR, og Eyðgunn Samuelsen, AMR: 

Hvørja ætlan hevur tú fyri brekøkið komandi árini?

 

Kl. 13:20 Lívið hevur litir - Tóra við Keldu

 

KL. 13:50 Steðgur

 

Kl. 14:20 Tónleikur við Lenu Anderssen

 

Kl. 14:30 Suni úr Hørg - Gerandisdagurin sum blindur

 

Kl. 14:40 Kristianna Sjóvará - Gerandisdagurin við sclerose

 

Kl. 14:50 Bárður Persson - Gerandisdagur eftir tunglyndi

 

Kl. 15:00 Katrin Dagbjartsdóttir - Avbjóðingar og møguleikar fyri tey, ið bera brek

 

Kl. 15:15 Ása og Tóra spyrja, hvat nú? LUKKA - bókaframløga

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sí allar tíðindagreinar