Sambýlið á Blikagøtu tikið í nýtslu
07. May. 2016

Í dag var móttøka á Sambýlinum á Blikagøtu í Runavík, sum nú er klárt at flyta inn í. Í sambýlinum eru 12 íbúðir til fólk við menningartarni og rørslutarni, umframt felagsøkir.

 

Fleiri myndir: Sambýlið á Blikagøtu 

 

Løtan byrjaði við, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum helt røðu, og síðani hildu Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík røðu.

 

Sangur var eisini á skránni, har Elin Løkin, Kristina Bærentsen og Hallur Joensen, sungu og spældu nakrar sangir.

 

Hetta var ein stórur dagur, og MBF ynskir tykkum, sum nú flyta inn í nýggja heim tykkara bestu eydnu og nógvar góðar løtur saman.

Sí allar tíðindagreinar