MBF 35 ár
16. May. 2016

Tíðindaskriv

 

Í ár eru liðin 35 ár síðani MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, var sett á stovn. Í tí sambandi verður skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum “Lívið hevur litir” fríggjadagin 20. mai.

 

Skráin er fjølbroytt, har fyrrverandi formenn fáa orðið, og kemur Ása Olsen at taka fram hæddarpunktini av tí, ið er hent síðan 2011. Undir yvirskriftini “Lívið hevur litir” fer Tóra við Keldu at hugleiða um, hvussu samansetta, litríka lívið - við ymiskum løtum - er við til at skapa lívsmynd okkara. Eisini fara Suni úr Hørg, Kristianna Sjóvará og Bárður Persson at siga frá løtum í gerandisdegi teirra.  

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fara í stuttum at seta orð á, hvørja ætlan tær hava fyri brekøkið komandi árini.

 

Katrin Dagbjartsdóttir fer undir heitinum “Avbjóðingar og møguleikar fyri tey, ið bera brek, at hava eina samansetta hugleiðing um ymiskt, sum rørir seg á brekøkinum. 

 

Dagurin endar við spennandi bókaframløguni LUKKA, sum er nýggj, ókeypis bók um rættindi teirra, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF.

 

Tónleikinum standa M. C. Restorff og Lena og Niclas fyri, og í steðginum verður ábit.

 

Úti í forhøllini fara limafeløgini í MBF at hava kunnandi tilfar, sum eisini leggur upp til prát og viðkomandi ráðgeving. Eisini verður høvið ókeypis at ogna sær vøkru plakatina, sum Heidi Andreasen hevur gjørt til ráðstevnuna. 

 

Ráðstevnan er almenn og ókeypis - øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Sí allar tíðindagreinar