Lívið hevur litir
20. May. 2016

Í ár eru 35 ár liðin, síðani Meginfelag teirra, ið bera brek var sett á stovn, og dagurin var í dag hátíðarhildin við ráðstevnuni "Lívið hevur litir" í Norðurlandahúsinum.

 

Myndir frá ráðstevnuni her.

 

Skráin byrjaði við, at fyrrverandi forkvinnurnar Ása Ellefsen, Margreta Næss, Doris Hansen, Marjun Sigurðsdóttir og Anna Soffía Durhuus, sum hevur virkað sum dagligur leiðari í MBF í gott 10 ár, fingu orðið. Tær settu orð á frambrot, sum vóru í teirra tíð sum forkvinnur. Síðani tók Ása Olsen, aðalskrivar í MBF, hæddarpunktini av tí, ið er hent síðan 2011 til í dag.

 

Eftir forkvinnurnar og orðini frá Ásu Olsen, sang M. C. Restorff vakra sangin vøggugávan, sum er ein av sangunum á fløguni "Vælskapt brek".

 

Politiska innslagið kom frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, sum svaraðu spurninginum: "Hvørja ætlan hevur tú fyri brekøkið komandi árini".

 

Áðrenn steðgin hugleiddi Tóra við Keldu við yvirskriftini “Lívið hevur litir” um, hvussu samansetta, litríka lívið - við ymiskum løtum - er við til at skapa lívsmynd okkara.

 

Í steðgin var boðið til ábit úti í forhøllini. Eisini vóru har fleiri limafeløg í MBF við kunnandi tilfari, sum legði upp til prát og viðkomandi ráðgeving.

 

Eftir steðgin setti Suni úr Hørg, Kristianna Sjóvará og Bárður Persson orð á avbjóðingar í gerandisdegnum.  

 

Katrin Dagbjartsdóttir hugleiddi at enda breitt undir heitinum “Avbjóðingar og møguleikar fyri tey, ið bera brek” og ymiskt, sum rørir seg á brekøkinum.

 

Dagurin endaði við spennandi bókaframløgu av bókini “LUKKA”, sum er nýggj, ókeypis bók um rættindi teirra, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF.

 

Eisini var høvið ókeypis at ogna sær vøkru plakatina, sum Heidi Andreasen hevur gjørt til ráðstevnuna.  

Sí allar tíðindagreinar