Ert tú brekað?
23. May. 2016

Brekaða – nekari – brekaða – nekari!

 

Fyrr nýttu vit orð, sum vit ikki nýta longur. Ein sangur, sum vit við størstu sjálvfylgju sungu í 80’unum ljóðaði soleiðis:

 

"Ein gamal nekari, sum Jósup róptur var,
hann undir síni svørtu húð – eitt snjóhvítt hjarta bar"

 

Hesin sangur var púra legalur fyrst í 80’unum – og hvat liggur í av øðrum fordómum kundi eg tosað leingi um - men nú sigur man ikki nekari longur. Happar man ein orsakað av øðrvísi húðarliti, kann man revsast av 266b!

 

Tað er tó púra legalt at brúka orðið "brekaða" um fólk í dag. Skuldi eg havt hug til at melda onkran fyri at nýta orðið móti mær, so kann eg ikki tað. Orðið livir í "bedste velgående" og verður beinleiðis nýtt í fjølmiðlunum - eisini um elituítróttarfólk!

 

Eg eri ein av teimum, sum hetta heitið hevur verið sett á. Mær hevur ongantíð dámt tað – heldur ikki í 1985.

 

Ítróttur fyri brekað – ella bara ítróttur?

Tá ið eg varð fødd - 9 vikur ov tíðlliga - lá eg og stríddist í 4 dagar - fólk í hópatali bóðu fyri mær - og fingu bønarsvar!

 

Allarhelst hevur harða byrjanin lært meg at stríðast og at arbeiða hart fyri tí, sum eg vil. Eisini havi eg havt ung foreldur, ið ikki gjørdu nakað hóvasták burturúr, at mítt gongulag var ótraditionelt - at eg var rørslutarnað. Um eg sigi, at eg ongantíð sum barn hugsaði um, at eg var eitt sindur øðrvísi, lúgvi eg. Men fokus var ikki á tí, sum eg ikki dugdi.

 

Eg varð ikki happað sum barn, men hatta orðið, "brekaða" – tað sveið. Í 1981 fór eg at svimja við ÍSB – og tá fylgdi orðið við, tí tað, sum eg fekst við, var "svimjing fyri brekað".

 

Enn í dag fylgir orðið við teimum rørslu- og menningartarnaðu, sum íðka ítrótt á høgum stigi. Fólk venja 9 ferðir um vikuna, men tað verður ikki viðurkent, sum annar elituítróttur, tí tað er “bara” svimjing ella ítróttur fyri brekað.

 

Tá eg sum fyrsti føroyingur vann gullheiðursmerki í millumlandakapping fyri 31 árum síðani, var tað ein fantastisk uppliving. Fólk um alt landið gleddust og frøddust um hetta úrslit. Ein kensla av felagsskapi og samanhaldi frá Føroya fólki merkti okkum svimjarar, tá ið vit komu heim við gulli, silvuri og bronsu.

 

Eg var heimsmeistari! Eg kappaðist millum tey, sum høvdu somu kropsligu avbjóðingar, sum eg. Eg kappaðist á jøvnum føti við onnur úr øllum heiminum – og eg vann. Men um eg nú sigi, at eg var ein brekaður heimsmeistari – so fer glansurin líkasum av heitinum.

 

Hvussu er nú? Illa nokk hoyrist eitt orð um, at Krista Mørkøre skal umboða Føroyar á Paralympisku leikunum í Rio í summar. Ein kapping, sum liggur parallelt við Olympisku leikirnar!

 

Tað eru heimsins bestu svimjarar! Kann nevna, at bestu svimjararnir har svimja líka skjótt og í summum førum skjótari enn føroya fremstu svimjarar - hóast hesi hava rørslutarn! Og vit hava ein føroying, sum luttekur á jøvnum føti við hini.

 

Tilsamans 10 føroyingar hava umboðað Føroyar til Paralympisku Leikirnar síðani 1988. 4 svimjarar hava vunnið heiðursmerki: Christina Næss Johannessen, Tóra við Keldu, Katrin Johansen og Heidi Andreasen – tilsamans 1 gull, 8 silvur og 5 bronsumerki. Krista Mørkøre er tann 11. í røðini av ítróttafólkum, ið hava kvalifiserað seg. HVÍ hoyra vit so lítið um hetta í tí almenna rúminum? Er tað motiverandi fyri eitt elituítróttafólk at venja sum eitt ørt og so ikki at verða nevnd?

 

Hongur tað saman við, at ÍSB er eitt sersamband fyri seg? Átti tað at verið skipað øðrvísi? Eg veit bara, at okkurt má broytast á hesum økinum. Allarhelst kann ymiskt gerast og eigur at verða gjørt skjótt. Tí taparin er ítróttafólkið.

 

Annars vil eg nýta høvi til at ynskja Kristu Mørkøre og Páli Joensen allarbestu eydnu í Rio. Og so vil eg ynskja Óla Mortensen, Magnusi Jákupsson og allarhelst øðrum allarbestu ynskir um at náa sínum málum og at koma til OL í 2020. Veit ikki um nakran enn, sum venur fram móti Paralympisku leikunum í 2020.

 

Men feløgini kring landið eiga at taka móti fólki við onkrum tarni á jøvnum føti við øll onnur – um tey rinda sítt limagjald. Tað er ikki altíð ein sjálvfylgja her á landi. Men frælsítróttafelagið Hvirlan skal eiga stórt rós fyri sín fevnandi hugburð. Tað er mín vón, at jaligi hugburður teirra vinnur fram í tí framkomna samfelagnum, sum vit fegin vilja kalla okkum.

 

Tí vit ynskja ikki serligar sømdir – bara somu sømdir.

 

Eingin er øðrvísi – øll eru ymisk
Mentamálaráðið hevur gjørt eina kanning undir heitinum: "Eg vil eisini hoyra til". Serliga beit eg merki í ein setning: Øll menniskju hava eina felags grundtráan í lívinum. AT HOYRA TIL.

 

Men sum lærari dugi eg at síggja, at rákið gongur hinvegin: At vit sum samfelag diagnostisera og eyðmerkja. Er tað at stimbra undir kensluna av at hoyra til? Kundu vit ikki heldur sett pening av til stuðulstímar inn í flokkar, har vit vita, at tørvur er á tí og soleiðis skapa karmar úti í fólkaskúlanum Skulu vit heingja spjøldur um hálsin á fleiri og fleiri børnum, sum frammanundan hava so nógv at stríðast við?

 

Sjálvandi eru diagnosur viðhvørt neyðugar og ein lætti fyri foreldur, men eg haldi, at vit skulu vera varin. Tí við eyðmerkingini verða summi gjørd øðrvísi – og skumpað úr "vit" yvir í "tey". Og vit gera júst tað sama við at nýta orðið "brekað" um ein part av føroyingum.

 

Sprotin hevur tveir týdningar av orðinum. Í fyrsta týdningi verður víst til Ítrótt fyri brekað. Sum um at tað er nakað annað enn ítróttur?!?
Annar týdningur er niðrandi: skemdarorð millum børn og ung (OG vaksin!) um eitthvørt teimum ikki dámar t.d. brekaður tónleikur.

 

So mín áheitan er greið: Strikið orðið brek og at vera brekaður - um fólk. Eingin vil kennast við hatta spjaldrið.

 

Fólk, sum tosa ímóti at broyta orðið siga seg at hava brek, um tey brúka brillur, hava ringa mjødn o.s.fr. Men tey verða ikki umtalað sum brekað! Eg loyvi mær at sitera Káru Løkin, ið sigur at tey, sum halda, at vit eiga at varðveita orðið brekaður, kunnu sjálvi "pynta" seg við tí heitinum í eina viku. So fáa vit at síggja.

 

Sigrun Wardum í Javna hevur víst á, at eisini fólk við menningartarni mótmæla hesum negativt ladaða orðinum. Harumframt havi eg latið mær fortalt, at fólk við sálarsjúkum heldur ikki vilja nevnast soleiðis!

 

Sjálv hevði eg ongantíð havt "pyntað" meg við hesum orðinum, var tað ikki fyri svimjingina. So hevði eg bara verið ein vanlig kona, sum haltaði eitt sindur. (ikki tí – eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fór at svimja)

 

Men vit kunnu saktans nýta onnur orð í staðin, til dømis:

  • Rørslutarnað fyri tey, sum eru kropsliga skerd
  • Menningartarnað fyri tey, sum eru andliga skerd
  • Virkistarnað, sum kann koma fyri danska orðið "funktionsnedsætning" – og sum eisini kann fevna um tey, sum dragast við sálarligar avbjóðingar

Tað er ein uppgáva hjá okkum at broyta viðhvom orð eftirhondini, sum tey broyta meining.

 

Latið okkum standa saman aftur. Gleðast um ymiskleikan. Seta fokus á, hvat vit duga, heldur enn hvat vit ikki duga. Og mest av øllum: Lat okkum minnast til, at eingin er øðrvísi - øll eru ymisk.

 

Fari at ynskja MBF hjartaliga til lukku við 35 ára degnum - og so er mín vón, at tá ið vit um 5 ár hátíðarhalda 40 ára dagin, hevur MBF broytt navn.

Sí allar tíðindagreinar