Lukka tøk á heimasíðuni
24. May. 2016

Nýggja bókin "Lukka" er nú eisini tøk á heimasíðuni.

 

Fríggjadagin 20. mai varð bókin LUKKA løgd fram í Norðurlandahúsinum. Bókin er skrivað við støði í ST sáttmálanum.

 

Hetta er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF.

 

Bókin er ókeypis, og ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

 

Bókin fæst við at venda sær til MBF á tlf. 317373 ella við at senda teldupost til mbf@mbf.fo

 

Sí nærri her: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri 

Sí allar tíðindagreinar