Landsstýriskvinnur á 35 ára degnum
24. May. 2016

Í samband við ráðstevnuna “Lívið hevur litir”, ið MBF skipaði fyri á 35 ára degnum í Norðurlandahúsinum 20. mai, fingu Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam, landsstýriskvinnur, soljóðandi spurning frá MBF:

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri brekøkið komandi árini?

 

 

Mentamál

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, segði, at á skúlaøkinum verður strembað eftir javnbjóðis møguleikum fyri øll í eini inkluderandi skúlaskipan í tráð við grein 24 í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

 

Í Hoydølum eru tveir serflokkar innan autismuøki, á Kambsdali sá fyrsta serbreytin dagsins ljós í fjør, og komandi skúlaár vera serbreytir á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta má sigast at vera nýbrot í føroyskari skúlasøgu.

 

Ætlanin er, at raðfesta økið í árunum, sum koma, og miða verður eftir, at halda gongdini m.a. við javnari upptøku. Somuleiðis er ætlanin at stovnseta serbreyt á miðnámsskúlanum í Suðuroy í 2017.

 

Ætlanin er eisini at víðka Rásina.

 

Vælumtókta sertilboði í Skúlanum á Fløtum er skipað sum varandi skipan, og stig verða nú tikin til at skipa verandi serflokkar eftir sama leisti og skipa nýggjar serflokkar m.a. í Suðuroy og Vágunum. Somuleiðis er skjøtul settur á at menna skúlatilboðið í Skúlanum á Trøðni.

 

Stig verða nú eisini tikin til at fáa starvsøkið hjá námsfrøðiligu stuðlunum skipað betur.

 

Almannamál

Eyðgunn Samuelsen segði, at sum landsstýriskvinna í almannamálum má ein viðurkenna, at tørvurin á brekøkinum er stórur og samansettur, og tí er neyðugt at velja einstøk øki, ið vit leggja dent á. Nú MBF hevur 25 limafeløg, sigur hetta nakað um, hvussu stórur og samansettur tørvurin er innan økið.

 

Landsstýriskvinnan vísti til niðurstøðurnar frá hoyringini í breksáttmálanum í 2014, har ST nevndin ynskir, at Føroyar ger eina brekpolitiska ætlan, ið skal fevna um øll sáttmálaøki, og sum skal hava ítøkilig mál, ið kunnu mátast.

 

Hetta arbeiði skal setast í gongd soleiðis, at vit, tá ið næsta frágreiðing skal sendast til ST í 2019, eru komin hetta stigið víðari.

 

Geiraábyrgd og samstarv er vegurin fram, og er tað neyðugt áhaldandi, at menna og samstarva tvørtur um myndugleikaøki og fakøki. Leisturin fyri tí góðu tilgongdini skal víðkast til onnur øki eisini.

 

Viðvíkjandi ungum við sálarsjúku er neyðugt at fyribyrgja og at seta inn so tíðliga sum gjørligt. Landsstýriskvinnurnar í almannamálum, mentamálum og heilsumálum, fara í felag at seta ávís arbeiði í gongd á hesum økjum.

 

Landsstýriskvinnan vísti á niðurstøðurnar úr ST um at tryggja, at harðskapur og misbrúk ímóti øllum fólkum, ið bera brek, verða fráboðað og væl kannað og at neyðugi stuðulin til offur er tøkur. Hon vísti á heildarætlanina um kynsligan ágang, ið fevnir um harðskap mótvegis fólki, ið bera brek, og at heildarætlanin hevur serligt átak, ið snýr seg um at fyribyrgja og verja fólk, ið bera brek, og at veita neyðuga hjálp.

 

Komandi árini er ætlanin at skipa fyri Norðurlendskari ráðstevnu í Føroyum, ið skal varpa ljós á hetta evnið og er rættað mótvegis starvsfólkum og mótvegis fólki, ið bera brek og teirra avvarðandi.

 

Tænastupolitikkurin verður liðugur í summar og er við til at seta orð á og peika á økið í ein rætning, og síðan skal ein tænastu lóg gerast.

 

Stórur tørvur er á fleiri tíðarhóskandi bústøðum. Nýggir og tíðarhóskandi bústaðir skulu útvegast við støði í tørvinum kring landið. Serliga stórur tørvur er í miðstaðarøkinum.

 

Sí allar tíðindagreinar