Jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá
25. May. 2016

Til 35 ára dagin hjá MBF, sum var kallaður "Lívið hevur litir", hevði Bárður Persson fyrilestur um depressión.

 

Bárður byrjaði við heilt stutt at siga, hví hann kom í eina djúpa depressión, og hvussu tað var at vera í henni. Nú geva vit Bárði orðið, sum á 35 ára degnum eisini kom við eini inniligari áheitan, sum kann lesast niðast her:

  

Far eftir allari tí hjálp, sum tú kanst fara eftir: Her snýr tað seg um at skúgva allan býttisligan stoltleika burtur. Fær eftir allari tí hjálp tú hevur brúk fyri. Ger nýtslu av tí sunna frekleikanum, ið sigur: “Eg havi akkurát somu rættindi sum øll onnur til at fáa eitt virðiligt lív!” - Men minst til! Tað er í grundini bara tú sjálvur, ið kann geva tær sjálvum rættin til eitt virðiligt lív. Og minst so eisini til, at grundin til, at tú mást biðja um hjálp, er ikki tí, at tú ert veikur, men tí, at tú hevur verið ov sterkur í alt ov langa tíð. 

 

Relatiónir

Burtur við ósunnum relatiónum: Tað er sera umráðandi at seta sunn mørk. Ger upp við teg sjálvan, hvat tú kanst ganga við til, og hvat tú ikki kanst ganga við til. Við øðrum orðum, hvar endar tú, og hvar byrja hini. Tú eigur als onki í tí arvaða lortinum, sum liggur tungt niðri í tí arvaða ryggsekkinum. Slít teg burtur úr ósunnum relatiónum og oyðileggjandi medavhengiheit - tú hevur títt hægra vald, og onnur hava sítt hægra vald. Stóla uppá, at teirra hægra vald fer at hjálpa teimum, og vísur teimum á veg.  

 

Svøvnur

Svøvnurin er tað allar viktigasta: Uttan svøvn, ongin orka til at viðgera seg sjálvan. Ger tískil alt fyri at fáa ein góðan svøvn, og spyr teg sjálvan, hvat er tað, sum ger at svøvnurin fer? Tað kann t.d. vera manglandi kvalitetur á madrassu, dýnu, kodda, song o.s.fr. ein av orsøkunum. Hvussu er temperaturur og útlufting í sovirúminum? Hevur tú ofta tipta nøs, beint áðrenn tú leggur teg og vaknar so løtu seinni, tí muðurin er óvanliga turrur. Í so fall kann nasasprey nýtast, beint áðrenn ein leggur seg. Hevur tú tankameldur, ja, so ber til at gera eina avspenning ella meditatión ella bæði tvey áðrenn tú leggur teg, ella tá tú hevur lagt teg. Her vóru bara nøkur dømi úr rúgvuni. Annars ber jú til at fara á netið og finna meira um evnið.

 

Ymiskar íðkanir

Tað er sera nógv, ein kann íðka fyri at fáa tað betri. Fyri bara at taka okkurt úr rúgvuni, kann her nevnast yoga, meditatión, gongutúrar, fjallatúrar, rennitúrar, styrkivenjing, rútmuvenjing og annars ymiskan ítrótt. Og talan kann jú eisini verða um ítriv av ymiskum slag, og her er tað bara hugflogið, ið setur avmarkingar.

 

Sinnisviðgerðir

Eitt ótal av ymiskum sinnisviðgerðum finnast til fólk, ið eru í eini depressión. Eitt nú sjálvhjálparbólkar, so sum sjálvhjálparbólkar innan depressión, bipolar, AA, ACA, kynsligan ágang o.s.fr. Eitt annað er so sjálvandi antidepressivar heilivágsviðgerðir, sum eg slett ikki fari inn á. Her kann eg einans viðmæla einum at venda sær til sín kommunulækna, og fáa ein slíkan at hyggja nærri eftir støðuni. Og so annars terapiir av alskyns slagi. Eg fari ikki meira inn á alt hetta, tí hetta er eitt so ómetaliga umfatandi umráði. Men eg kann tó enda við at siga, at her er nokk best at venda sær til okkurt skikkað fakfólk og fáa eina gjølla kunning um, hvørjir viðgerðarhættir finnast, og útfrá hesum finna fram til okkurt, ið kundi verið væl egnað til ein sjálvan.

 

Matur

Roynið sum frægast at eta sunt, men setið tó ikki ov høg krøv. Oftast er best at broyta matvanan so líðandi. Eitt haldgott umskifti tekur jú tíð. Og í hesum samanhangi er vert at minna á, at tað eru tey smáu fetini sum telja. Alt tað, sum skal til, fyri at ein kann fáa tað betri, má gerast í eins egna tempo. Róm bleiv jú ikki bygt uppá ein dag, og soleiðis er tað jú eisini við psykuni hjá okkum.

 

Vitaminir og lýsi

Sera umráðandi at geva heilanum tað olju, hann hevur brúk fyri, fyri at kunna fungera optimalt. Her er vanligt toskalýsi heilt einastandandi - og tað fast jú eisini við sitrón smakki. Annars er sera umráðandi at fáa nokk av vitaminum og mineralum. Her ber til at fara til ein kostráðgeva og fáa meira at vita.

 

At acceptera sína støðu

Og her til seinast. Fyri yvirhøvur at kunna koma víðari og finna ein innara frið, er ein noyddur at koma hartil, at ein so smátt byrjaður at acceptera sína støðu. At megna at siga við seg sjálvan, at støðan er nú einaferð soleiðis, sum hon nú einaferð er, og tað er tað. Hetta merkir ikki at geva upp. Als ikki. Hetta merkir bara, at ein setur seg sjálvan meira frían og betri evnar at síggja veruleikan, akkurát sum hann er. Og við hesum ber betri at síggja, hvat tað er, sum skal broytast, og hvussu hetta kann verða gjørt. Um ein ikki kemur til at kunna brúka hetta sum eitt útgangspunkt, verður ein helst at liva í eini uppslítandi ónøgd, ið heldur tarnar, stjelur orku og førur til offurrollu, heldur enn at síggja verðina við nýggjum eygum.

 

Áheitan

Eg fari at enda við at halda eina lítla talu. Hon hevur onga yvirskrift. Hon er vend til okkum øll, og ikki minst teimum myndugleikum, ið veruliga kunna gera ein mun á tí psykiatriska økinum í Føroyum.

 

Ein persónur, sum er í eini djúpari depressión, roynir ofta til fánýtis at berja seg upp gjøgnum fjøll, ið eru størri, brattari og meira grýtut og óuppkomilig, enn nakað fjall, ið vísur seg í einum jarðligum búna. So her er ikki talan um manglandi vilja, men heldur um ein óvinniligan kamp.

 

Sera óheppið kann tí vera at koma við moralskum úttalilsum, so sum: “Tú má bara royna at taka teg saman” … “Tú mást altso hugsa um tíni børn” ... “Vit onnur, vit hava eisini okkara niðurtúrar og okkara at dragast við” o.s.fr., o.s.fr. ...  Ja, sera óheppið, tí eitt er sikkurt, tann depressiónsrakti manglar ikki viljan. Tí ein og hvør, ið er í eini slíkari støðu, vil geva alt tað hann eigur fyri at sleppa burturúr henni aftur.

 

Trupulleikin er bara tann, at viðkomandi ikki einsamallur evnar at tilogna sær teir førleikar, ið skula til fyri at sleppa sær burturúr hesi sera óunniligu støðu. Tað einasta, ið veruliga hjálpir einum, ið er í eini djúpari depressión, er at vera møttur við rúmligheit, inniligheit, eyðmjúkleika og forstáilsi, sum samanlagt mynda forvitnisliga og fjálgandi hugtakið kærleiki. Tað er ígjøgnum kærleikan, at vit kunna rætta okkara lekjandi hendur út og lyfta hvønn annan upp úr dýpinum.

 

Men alt hetta er lættari sagt enn gjørt, tá talan er um at vera ein avvarðandi hjá einum álvarsligt sálarsjúkum. Tí hesi eru ofta fullkomiliga útmødd, tí tey ofta hava givið alt, aftur og aftur, og hetta ofta uttan at kenna, at tey sjálvi fáa nakað aftur, og hava tískil einki eftir, sum tey kunnu geva. Resursurnar eru snøgt sagt vundnar burtur úr hvørjari tí einastu kyknu.

 

Tey hava ofta verið í heimsins torførasta leikluti í alt ov langa tíð. Tey eru sum útbrendir sjónleikarar, sum uttan stórvegis vegleiðing frá einum leikstjóra royna at krøkja til eitt leikrit, sum ikki longur gevur nakra meining at spæla, og tískil ikki longur kann framførast við sál. Og hetta enn minni, tá havt verður í huga, at hetta ótespiliga leikrit skal framførast á einum palli, sum fyri langari tíð síðani er dottin sundur

 

Her er tí sera neyðugt, at tey kunna fáa alla ta hjálp, tey yvirhøvur kunna fáa frá okkara sálarheilsuverki.

 

Men trupulleikin her er bara tann, at vit í dag hava eina psykiatri, sum í tí stóra og heila yvirhøvur ikki fungerar. Í nógvum førum er talan um viðgerð, ið er sera lítið munagóð og í ávísum førum beinleiðis skaðilig. 

 

Um vit vilja tað ella ikki, ja, so er hetta tann sera óunniliga støðan, vit í dag eri í.

 

Mín innarliga áheitan til politikara og onnur myndugleika avvarðandi, sum eru her í dag, er tískil tann, at sett verður inn við allari tí orku, sum skal til, fyri at fáa okkara sera illavirkandi psykiatri uppá beinini aftur.

 

Ein illavirkandi psykiatri, sum uttan iva er tann dysfunktiónin, ið er tann allar dýrasta dysfunktiónin, vit yvirhøvur hava í tí føroyska samfelagnum í dag. Ein dysfunktión, ið er viðvirkandi til, at eitt náðileyst sjúkuelvandi helviti sleppur at spjaða útmergjandi pínu, ótolandi sorg og sorandi sálarsjúku rundan um seg. Eitt satt helviti, har fleiri og fleiri av okkum vera inkluderaði, um ikki nakað heilt munagott verður gjørt alt fyri eitt.

 

Eitt, ið byrja kundi verið við, er at seta ein arbeiðs- og eftirlitsbólk, ið hevur til uppgávu at venda hvørjum tí einasta steini innan fyri psykiatriska økið í Føroyum. Og tá eg sigi hvørjum tí einasta, so meini eg altso hvørjum tí einasta.

 

Her finnist als eingin heilag kúgv, sum er so heilag, at vit kunna loyva okkum at lata hana standa í vegin fyri munandi batum á psykiatriska økinum í Føroyum.

 

Og lat míni seinastu orð her í dag verða hesi:

 

Latið okkum fara undir eitt slíkt arbeiði alt fyri eitt. Tí eg kann garantera fyri - og hetta við eini 100 prosent fullvissu - vit sleppa ikki undan.

 

Og jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá, og jú størri gerst tann endaliga rokningin.    

 

Takk fyri háttvirdu áhoyrarar!   

Sí allar tíðindagreinar