Eg sakni at spæla fótbólt og at koyra bil
03. Jun. 2016

Til 35 ára dagin hjá MBF, sum varð kallaður "Lívið hevur litir", høvdu vit tað gleði at hoyra Suna úr Hørg greiða frá gerandisdegi sínum sum blindur.

 

Suni gjørdist næstan heilt blindur eftir eina arbeiðsvanlukku fyri tveimum árum síðani, og hevur vanlukkan broytt lívið hjá honum 180 stig.

 

Vanur við at spæla fótbólt og at koyra bil, og nú at eiga bil standandi í túninum uttan at kunna nýta hann, er ikki lætt. Í dag eru viðurskiftir sum t.d. tað at fara at keypa inn nakað, ið hann má planleggja neyvt. At fara í boksina eftir mati er trupult orsaka av, at hann hevur so nógv titanum í ørmunum, at hetta gevur nógva pínu ta løtuna, hann leitar eftir tí, hann skal taka úr frystiboksini.

 

At renna ber ikki serliga væl til, og at koyra bil ber heldur ikki til, men Suni hevur eitt lætt sinni og eina vón um, at hetta møguliga kemur at laga seg soleiðis, at hann einaferð kemur at koyra bil aftur.

 

At spæla fótbólt og at kenna tað frælsið hetta gevur, er nakað hann saknar ómetaliga nógv. Í dag er hann bundin av at nýta blindastavin, tá ið hann er til gongu.

 

Suni hevur fingið fast starv sum timburmaður hjá Búsetur, og er hann ómetaliga glaður fyri hetta arbeiðið. Hann roknar ikki við, at nógvir arbeiðsgevarar høvdu givið honum fast starv við so lítlari sjón.

 

Suni hevur altíð havt eitt lætt sinni, og dugir hann sera væl at nýta síni góðu skemtingarevni eisini í løtum sum hesari, har hann skuldi greiða frá, hvussu lív hansara er í dag.

 

Framløgan var merkt av, at hann saman við tí dapra eisini megnaði at skemta og fáa fólk at flenna.

 

Ein sera grípandi og góð løta at síggja og hoyra Suna.

Sí allar tíðindagreinar