Hæddarpunktini á brekøkinum seinastu 5 árini
09. Jun. 2016

Árið 2012 byrjaði við einari setanartilgongd, har MBF skuldi hava nýggjan dagligan leiðara, hetta tí at Anna Suffía, ið hevði verið í starvinum umleið 10 ár fór frá vegna aldur.

 

Mitt í setanartilgongdini andaðist Leila Solmunde, ið hevði verið forkvinna í MBF síðan 2004, og varð várið 2012 merkt av hesum. Setanartilgongdin helt tó fram, og varð Ása Olsen sett í starv sum nýggjur dagligur leiðari at byrja 1. august 2012.

 

Á aðalfundi í mai 2012, varð Carita Bjørklund vald til nýggja forkvinnu í MBF.

 

Orsaka av, at MBF nú bæði hevði nýggja forkvinnu og nýggjan dagligan leiðara, varð beinanvegin farið undir at gera missión og visjón fyri MBF.

 

Nógv lógaruppskot koma til hoyringar, og settu vit okkum fyri, at hoyringssvar skal gerast til øll uppskot, ið koma til MBF.

 

Fyrsta stóra uppgávan eg fekk, var at standa fyri at gera eina skuggafrágreiðing til ST. Hetta var ein sera spennandi uppgáva og var størsta avbjóðingin, at vit fingu so lítið pláss til okkara part, at vit máttu avmarka okkum til tey mest bráðneyðugu økini, ið vóru uppi í tíðini tá. Tað er ikki altíð negativt at fáa lítið pláss, men heldur ger hetta uppgávuna meiri spennandi, tí neyðugt er at avmarka, raðfesta og at vera ítøkiligur.

 

Arbeiði við skuggafrágreiðingini bar við sær, at frágreiðingin skuldi leggjast fram fyri ST nevndina í Geneve, og ikki kann sigast annað enn, at tað var ein stór løta, tann 15. apríl 2014, at fáa møguleikan at halda røðu og leggja frágreiðingina fram fyri ST nevndina.

 

Í mai 2014, fekk MBF aftur nýggja forkvinnu, Tóru við Keldu, og fall tað henni í lut í september 2014, at halda røðu fyri ST nevndini.

 

Hví gera skuggafrágreiðing og hevur hetta havt nakra ávirkan?

Ikki kann sigast annað enn, at ein stór hugburðsbroyting er hend innan bæði politiska myndugleikan og embætisfólk.

 

Longu á vári 2014, løgdu Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen uppskot fyri tingið, ið bygdi beinleiðis á skuggafrágreiðingina. Hetta gjørdi, at ST sáttmálin og skuggafrágreiðingin fingu góða umrøðu í tinginum.

 

Í oktober 2014 komu niðurstøðurnar úr ST, og ikki kann sigast annað enn, at øll hava tikið skuggafrágreiðingina og niðurstøðurnar, ið komu úr ST, sum aftursvar uppá atfinningarnar í frágreiðingini í álvara.

 

Frá at gera lógarsmíð, ið ikki er brot á ST sáttmálan til at nú hevur lógardeildin á Løgmansskrivstovuni skipað fyri skeið fyri starvsfólk í miðfyrisitingin um, hvussu tey skulu smíða lógir í tráð við ST sáttmálan, kann ikki sigast annað enn, at hetta er eitt stórt framstig.

  

Ítøkilig viðurskiftir, ið eru hend hesa tíðina kunnu nevnast:

  • Fylgjarakortið, ið varð sett í gildi í Føroyum í desember 2014. Hetta gevur fólkum, ið hava tørv á fylgjara møguleika at fáa fylgjaran við uttan kostnað. Nú gjalda tey bert sín ferðaseðil ella atgongumerki. Hendan skipanin umfatar øll økir í landinum, tó manglar Atantic Airways og biografarnir at koma við í skipanina
  • Parkeringskort, ið kunnu nýtast bæði í Føroyum og uttanlands, og sum verða gjørd í ES-sniði. Hesi eru komin í staðin fyri gomlu avlamisskeltini
  • Lyfta, so at fólk, ið sita í koyristóli kunnu sleppa úr og í flogførini, uttan at blíva borin
  • Flokkur innan serliga skipað miðnám byrjaði á Kambsdali í august 2015, og í summar byrjar ein flokkur á Glasir í Havn og ein flokkur á Tekniska skúla í Klaksvík
  • Asbergerflokkurin í Hoydølum tekur næmingar inn annaðhvørt ár
  • Rásin, ið er skúlatilboð til ung, ið bera brek. Í 2015 varð ein lógarbroyting gjørd ið sigur, at hvørt skúlaskeið er í mesta lagi 2 ár, og at upptøka til skúlan fer fram á hvørjum ári. Spennandi verður at vita, um ein nýggjur flokkur verður tikin upp á Rásini komandi skúlaár
  • Í vetur eru nakrar sendingar í KVF tekstaðar, men enn er langt á mál á hesum økinum. Tó er tað áhugavert, at av teimum sendingum, ið vóru tekstaðar, er Spískamari ein, og er tað ein privat maður, ið framleiðir sendingina
  • Sendingar, ið vóru teknmálstulkaðar dagin eftir tær vóru sendar í KVF, verða nú stroymaðar beinleiðis á netinum, so nú síggja fólk, ið hava tørv á teknmálstulki Dag og viku samstundis sum vit onnur
  • Ein skrivitulkur er settur í starv á Teknmálstulkatænastuni, og tað fegnast vit um. Okkara vón er, at tað kemur at henda nakað ítøkiligt viðvíkjandi at teksta sendingar í KVF. Hetta vil hjálpa øllum, ið hava niðursetta hoyrn, og er her talan um bæði ung og eldri fólk, ið fáa stóra gleði og gagn av hesum 
  • Sjálvstøðuga umboða í “ Rådet for nordisk samarbejde”, í 2013, og varð Carita Bjørklund, ið tá var forkvinna vald sum umboð fyri MBF í ráðnum, nú røkir Tóra við Keldu, forkvinna hesa umboðan
  • Umboð fyri MBF og Visit Tórshavn eru í einum vest norðurlendskum arbeiðsbólki, ið skal gera eina hondbók um atkomu í ferðavinnuni. Her er talan um atkomu um alt landið 

Haldi, at tað er hent so nógv innan økið, at tað ber ikki til at nevna alt. Tó er tað ein sannroynd, at nógv er enn, ið ikki er komið á mál. Tó er tað onki at ivast í, at gjøgnum arbeiði við skuggafrágreiðingini er nýtt lív komið í aftur virðingina og kjakið viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

 

Í framløguni ið vit høvdu fyri ST nevndini í Geneve, høvdu vit ein topp trý raðfestingarlista, har tey mest átrokandi økini vóru á, og vóru tey:

 

1. Grein 33. í sáttmálanum, og er tað gleðiliga hent, at AMR hevur fingið samskipandi partin, meðan UVR, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal gera uppskot um, hvussu ein mannarættindastovnur kann skipast í Føroyum

 

2. Samstarv millum geirarnar. Har er Tann góða tilgongdin ein byrjan uppá, at fáa samstarv millum ráðini, men enn er langt á mál. Vit eru samd um, at geiraábyrgd er góð, men tað er líka umráðandi, at geirarnir duga ella megna at fáa eitt gott samstarv sínámillum.

 

3. Grein 24, við serligum denti á undirvísingina í fólkaskúlanum, ið er grundarlagi undir øllum møguleikum fyri, at koma víðari í lívinum. Tað er gott at tilboð eru komin á miðnám, men er fólkaskúlin ein fyritreyt fyri, at næmingar klára seg á miðnám. 

 

Niðurstøðurnar frá ST nevndini eru greiðar, og tí er neyðugt, at øll taka saman hendur og arbeiða fyri, at Føroyar skal vera eitt gott land at búgva í hjá øllum.

 

Samgongan eigur at gera eina brekpolitiska ætlan soleiðis, at tað verður sett út í kortið hvat ein ætlar at gera, nær og hvussu (eina virkisætlan).

 

Vit kunnu hóskandi seta spurningin: Hvørja ávirkan hevur ein sáttmáli, ið er samtyktur í ST í New York á umstøðurnar hjá einum barni, ið býr í einari bygd í Føroyum?

Hetta er so einkult og greitt, tí sáttmálin skal geva øllum sama møguleika sum onnur, ella javnrætt.

 

Øll framgongd er góð, og er onki at ivast í, at har ið viljin er til staðar, er tað bert hugflogið ið setir avmarkingar. Tí síggi eg fram til, at vit fáa eitt samfelag, har tað ikki er brekið, ið vit leggja dent á, men umstøður og tað, ið skal gera daglig dagin hjá tí einstaka, so góðan sum gjørligt, ið hevur størsta týdning.

 

Fólk, ið bera brek eru ikki avbjóðingin í einum samfelag, nei tað er alt, ið er rundanum, ið er ein avbjóðing, og tí er tað mín vón, at tað eru umstøðurnar, ið vit koma at leggja dent á, soleiðis, at øll fáa somu møguleikar at búleikast í hesum landi, so vit av sonnum kunnu siga, at Føroyar er eitt gott land at búgva í hjá øllum.

 

Einsamøll kunnu vit onki gera, men í felag megna vit alt.

 

Ása Olsen, aðalskrivari

Sí allar tíðindagreinar