Tilmæli um universella sniðgeving og atkomu
20. Jun. 2016

Øll menniskju uppliva onkuntíð í lívinum at umstøður í atkomu til ymisk umhvørvi ikki eru nøktandi. ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, UNCRPD, setir fokus á universella sviðgeving. Sáttmálin lýsir ábyrgdina hjá Føroya Landsstýri fyri at betra um atkomu, sum eisini er grundleggjandi rættindi. Hindur verður skapt av menniskjum, og limalondini hava tí ábyrgd av skipað at forkoma tí, sum kann vera til hindurs og eisini at skapa inkluderandi loysnir øllum at frama. 

 

Á hesum økinum samstarva Norðurlond og virka fyri at gera samfelagið alt meira atkomuligt. Norðurlendska ministararáðið bílegði í 2015 eina frágreiðing við tilmælum um samstarv viðvíkjandi universellum sviðgeving og atkomu, sum kann lesast her:

 

Les her: Tilmæli um universella sniðgeving og atkomu

 

Arbeiðið varð fíggjað av ministararáðnum. Tey, ið hava staðið fyri frágreiðingini er bólkur við serfrøðingum á økinum, og fyri Føroyar var tað Ása Olsen, aðalskrivari hjá MBF, og fyri hini norðurlondini vóru:

 

Danmark

Camilla Ryhl, Statens Byggeforskningsinstitut – SBI, Danmark

Carsten Graversen, Energistyrelsen, Danmark

 

Finnland

Erja Väyrynen, Ministry of Environment, Finland

Niina Kilpelä, Invalidförbundets Tillgänglighetscenter ESKE, Finland

 

Íslandi

Björn Karlsson, Myndigheten för byggnadssektorn, Mannvirkjastofnun, Island

 

Norra

Åse Kari Haugeto, Deltasenteret, Norge

 

Svøríki

Hans von Axelson, Myndigheten för Delaktighet, Sverige

Håkan Thomsson, Synskadades Riksförbund, Sverige

 

Áland

Dan Backman, Näringsavdelningen, Landskapsregeringen, Åland

Viveka Landgärds, Ålands Handikappförbund, Åland

Sí allar tíðindagreinar