Evnisdagur á Skúlatrøð um at bera brek
23. Jun. 2016

Seinastu dagarnar hevur tað verið øðrvísi undirvísing á Skúlatrøð í Klaksvík. Í tí sambandi varð avgjørt at arbeiða ein dag burtur av við evninum "Fólk, ið bera brek". Her var serliga dentur lagnur á sansirnar, og hvussu tað kann kennast at mangla ein sans, og síðani hvussu aðrir sansir verða brúktir o.s.fr.

 

Fleiri myndir her.

 

MBF slapp at vera við til at byrja dagin, tá ið Tóra við Keldu, forkvinna, sum eisini er lærari, hevði eina framløgu um tað at bera brek, hvussu tað kann kennast at vera øðrvísi, og hvussu stóran týdning tað hevur, at verða tikin við í spæli og ymiskum virksemi.

 

Aftaná framløguna varð farið í verkstovurnar, sum vóru 10 í tali, og har sluppu næminganir at royna seg, t.d. hvussu tað kennist at vera blindur, deyvur, rørslutarnaður ella at hava skerdar sansir.


MBF takkar fyri ein góðan dag saman við hugagóðum næmingum og lærarum. 

Sí allar tíðindagreinar