Kennir tú fylgjarakortið?
29. Jun. 2016

Nú summarið er byrjað, merkir tað m.a. eisini, at summarstevnur, ítróttur og festivalar standa fyri framman. Tí hevur tað týdning, at allir føroyingar eru kendir við fylgjarakortið, sum MBF umsitur og veitir.

 

Tann, ið hevur fylgjarakortið rindar fyri seg sjálvan, meðan fylgjarin hevur atgongd uttan at gjalda. Fylgjarakortið tryggjar tí fleiri føroyingum atkomu til ymisku tiltøkini, sum eru. 

 

Fleiri upplýsingar eru at finna her.

 

Fylgjarakortið er galdandi á hesum støðum:

  • Norðurlandahúsið
  • Søvn Landsins
  • Listasavnið
  • Tjóðpallurin
  • Ítróttasamband Føroya - øll ítróttatiltøk
  • Strandferðslan
  • Smyril Line
  • Kommunurnar - eisini festivalar
Sí allar tíðindagreinar