Krista ber Merkið inn á Paralympiska leikvøllin í Rio
30. Aug. 2016

Mikudagin 7. september verða Paralympisku leikirnir í Rio settir, og tá verður tað svimjarin Krista Mørkøre, sum ber Merkið inn á Paralympiska leikvøllin. 

 

ÍSB skrivar á heimasíðuni, at Krista luttekur í trimum kappingum:

 

50m frí innleiðandi 9. september kl. 10:22
100m frí innleiðandi 13. september kl. 10:26
400m frí innleiðandi 15. september kl, 10:14

 

Allar hesar tíðir eru lokalar, sum er 4 tímar aftan fyri okkara tíð.

 

OPC, sum er The International Paralympic Committee, hevur gjørt eina síðu, sum vísir til rásir, sum senda kappingarnar. Her kanst tú vitja síðuna.  

 

MBF ynskir Kristu bestu eydnu á Paralympisku leikunum.

Sí allar tíðindagreinar