Nýggj skúlatilboð á miðnámi
14. Sep. 2016

Skúlatilboð á miðnámi til ung við serligum avbjóðingum er serstakliga kærkomið, tá ið hugsað verður um, at ung fyrr einki skipað skúlatilboð hava fingið eftir loknan fólkaskúla.

 

Ein tørvslýsing frá 2015 vísti, at tað vóru yvir 100 ungdómar í Føroyum, sum tørvaðu mennandi skúlatilboði eftir fólkakskúlan.

 

Í august 2015 varð fyrsti skúladagur hjá næmigum við serligum avbjóðingum á miðnámi á Kambsdali. Flokkar við ungum við autismu eru eisini í dag í Hoydølum í Tórshavn.

 

Fyrr í ár komu boðini frá Tekniska skúla í Klaksvík, at serbreytin har var vorðin veruleiki. 6 næmingar ganga á serbreytini, har teir umframt aðrar lærugreinar hava valt seg inn á køks- og timburbreyt.

 

Lurta eftir samrøðum í GMF úr Klaksvík her.

 

Í dag var so móttøka á Glasi í Tórshavn, har 12 ungdómar í aldrinum frá 17 til 25 ár við serligum avbjóðingum eru byrjað á miðnámi. Næmingarnir hava umframt aðrar lærugreinar valt seg inn á tríggjar ymiskar breytir, sum eru bil-, timbur- og klædnabreyt.

 

Hygg at broti í Degi og viku, sum vitjaði á Glasi í Tórshavn.

 

Myndir frá Glasi í dag. 

 

Komandi ár er ætlanin, at serbreyt á miðnámi í Suðuroy eisini verður veruleiki.

 

MBF fegnast um tilboðini og ynskir bæði næmingum og starvsfólki góðan arbeiðshug.

Sí allar tíðindagreinar