MBF vitjan av formanninum í DH í dag
26. Sep. 2016

Í dag fekk MBF vitjan av formanninum í Danske Handicaporganisationer, Thorkild Olesen, sum í hesum døgum er gestur hjá Føroya Blindafelag, og Ruth Thomsen, sum er forkvinnu í Føroya Blindafelag. 

 

Gott samstarv hevur seinastu árini verið millum DH og MBF, og seinast vit hittust var í Genève, tá ið politiska skipanin var til próvtøku í Sameindu Tjóðum. Síðani tá hevur politiska skipanin fingið niðurstøður sendandi frá ST. Í dag varð sjálvsagt tosað aftur og fram um, hvussu gongur á teimum ymisku økjunum. 

 

Ein góð løta, har steðgað varð á eina løtu, fyri síðani at fara víðari. Takk fyri vitjanina, Thorkild og Ruth. 

 

Sí allar tíðindagreinar