Trúvirði í valstríðnum
04. Oct. 2016

8. november verður kommunuval, og nú bæði leik og lærd bjóða seg fram sum valevni, er umráðandi, at gyltu vallyftini eru í tráð við veruleikan.

 

Tí er neyðugt, at valevni seta seg inn í, hvør veruliga støðan innan tey ymisku økini er og spyr borgaran, ið valevnið sigur seg umboða, áðrenn tikið verður einarætt uppá tað, ið valevnið heldur vera veruleiki.

 

Við vissu er vónríkt at síggja valevni, ið vísa á ymisk viðurskifti, ið enn ikki virka, sum tey eiga. Tó er her avgjørt umráðandi fyrst t.d. at gera sær greitt, um talan er um landsuppgávu ella kommunala uppgávu.

 

Á brekøkinum eru føgur orð, vøkur hugsan og góð lyfti tó ikki nóg mikið. Bæði fyri MBF og fyri limafeløgini er tað umráðandi at síggja orð, hugsan og lyfti sett í verk.

 

MBF er meginfelag við 25 limafeløgum, har øll limafeløgini eins og meginfelagið, gera eitt miðvíst arbeiði hvør á sínum øki - eisini mótvegis lands- og kommunupolitikarum og ymisku umsitingunum.

 

“Onki um okkum uttan við okkum” er ein nógv nýtt og viðkomandi orðing. Heilt einfalt er fyritreytin, at valevni, sum veruliga ynskja at arbeiða til frama fyri brekøkið, eisini hava virðing fyri avvarðandi limafeløgum, valevnið ynskir at umboða.

 

Brekøkið hevur í dag nógvar røddir, og føroyingar ynskja sum heild eitt samfelag, har tað er gott at búgva, eisini hjá okkum, ið bera brek.

 

Hervið ynskir MBF at heita á øll valevni, ið stilla upp til kommunuvalið, at gera sær greitt, at tað ikki er líka mikið, hvussu brekøkið verður ført fram í valstríðnum, og heldur ikki er tað líkamikið, hvat orðaval verður nýtt.

 

Eingin hevur áhuga í, at fólk, ið bera brek verða nýtt sum valagn ella sum fangandi yvirskrift í valstríðnum, har høvuðsendamálið er at selja eina yvirskrift fyri síðani at fáa persónligar atkvøður.

 

Við vón um trúvirði í valstríðnum, og at valevni halda seg til veruleikan.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF

 

Sí allar tíðindagreinar