Norðurlendskur HNR fundur
01. Nov. 2016

Á myndini eru Pekka Tuominen, Susanne Broman, Lars Midtiby, Tóra við Keldu, Pirkko Mahlamäki, Ellen Calmon, Lilja Þórgeirsdóttir, Janus Tarp og Ása Olsen.

 

Í dag 1. november, hevur MBF verið á HNR fundi, sum er fundur millum norðurlendsku meginfeløgini. Á fundi vóru umboð úr Íslandi, Svøríki, Álandi, Danmark, Finnlandi og Føroyum.

 

Hesin fundurin var serstakur, tí hann var seinasti fundur við finskum formansskapi. Frá 1. januar 2017 hevur Føroyar formansskapin, og tað er ein spennandi avbjóðing fyri MBF.

 

Stig Langvad var gestarøðari og setti orð á, hvussu londini kunnu arbeiða við ST nevndini, sum hann sjálvur er limur í. Eini 168 lond hava í dag sett ST sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek í verk, og seinastu londini eru Finnland og Ísland. Ein av avgjørdu avbjóðingunum hjá teimum londunum, ið enn ikki hava sett ST sáttmálan í verk er, at tey hava ongan møguleika at klaga til ST nevndina, og nevndin hevur tá heldur ikki møguleika at fara inn í hesi londini at gera kanningar.  

 

Londini, sum seta í verk ST sáttmálan, skulu eisni hugsa um at seta tillægsprotokollina í verk. Hetta gjørdi Føroyar í 2015. Hon ger ein grundleggjandi mun, tí gjøgnum tillægsprotokollina kunnu borgarar sjálvir senda klagur inn.

 

Eisini vísti Langvad á, at mannarættindi í dag eru undir hørðum trýsti. Vert er tí at hava í huga, at sáttmálar um mannarættindi eru kontekstuellir, og tí er vandamikið at fara inn í sáttmálan at broyta tað, sum stendur skrivað. Tað eru fleiri, sum hava ynskt, at ST sáttmálin verður tillagaður til samfelagið í dag. Tað er tó sera avbjóðandi at gera broytingar, tí londini eru ógvuliga ymisk – bæði fíggjarliga og í stødd. Langvad helt avgjørt, at tað t.d. onganntíð kann vera eitt eindømi, sum ger, at rættingar verða gjørdar í sáttmálanum. Neyðugt er heldur, at fara inn í einstøku sakina og hugsa, hvussu er heildarmyndin, t.d. fíggjarligu viðurskiftini í landinum, sum talan er um og gera eina einstaka niðurstøðu, sum er passandi í ávísu støðuni.

 

"Norden rundt" er fastur táttur á skránni, har vit hoyra, hvussu gongur hjá hinum norðurlondunum á brekøkinum. Finnland og Ísland fegnast um íverksetan av ST sáttmálanum. Meginfeløgini eru øll virkin í heimlandi teirra, og avbjóðingarnar innan brekøkið eru sera líkar, hóast londini eru ymisk. 

 

Sí allar tíðindagreinar